Fyrr í juli mánaði spældi føroyski gospelbólkurin I AM á størsta norðureuropeiska gospelfestivalinum. Framførslurnar eydnaðust sera væl, og á ferðini í Noregi hitti I AM fleiri áhugaverdar persónar.
Norska plátufelagið FriBU sýndi I AM áhuga, og partarnir tosaðu saman undir festivalinum á Risøoya. Møguliga kemur eitthvørt samstarv upp á tal millum FriBU og I AM, men enn hevur føroyski bólkurin ikki frætt meiri úr Noregi.
- Hetta rættiliga spennandi, og eg vóni at okkurt spyrt burturúr sambandinum við FriBU. Um ikki, so kunnu vit altíð royna eydnuna enn einaferð, sigur Birgir Sigurðsson, sangari í I AM.
FriBU ger mun
FriuBU hvur seinasta árið marknaðarført ein bólk, ið kallast Salvation Street, og teir eru komnir rættiliga nógv fram í Norðurlondum. Seinni í summar skal hesin bólkurin til Onglands og Hollands at luttaka á stórum festivalum har. Eisini hava teir just fingið plátusáttmála vid Word Music í Onglandi. Hetta plátufelag er eitt tað størsta innan andaligan tónleik í heiminum.
Tað hevði tí verið ein spennandi møguleiki, um FriBU hevði hug at gera okkurt fyri at fáa I AM fram.
Á ferðini í Noregi vóru teir í I AM spurdir, um teir møguliga vildi taka lut á einum ungdómsfestivali, sum skal verða í Bergen í heyst. Teir játtaðu hálvavegna, men enn er ikki avgjørt, um I AM verða við á festivalinum.
Myndtxt:
I AM vónar, at okkurt fer at koma burtur úr ferðini, sum bólkurin gjørdi til Noregs fyrr í mánaðinum