Tað er ikki rætt og rímiligt, at Strandferðslan skal fáa eina eykarokning frá Skopunar kommunu afturfyri at hava bøtt um ferðasambandið til Sandoyar. Tað er framvegis hugsanin Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og í fíggjarmálum.
Herfyri boðaði Strandferðslan frá, at tey fóru at hækka prísin fyri at flyta farm ímillum Gomlurætt og Skopun og orsøkin til tað er, at tá ið Hasfjord varð sett í sigling, gjørdi Skopunar Kommuna av at krevja havnagjald fyri skipið, og tann rokningin er 336.000 krónur um árið.
Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi úr Sandoynni, reisti málið á Løgtingi og vildi hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum.
https://www.in.fo/news-detail/news/takkarloenin-var-at-vit-fingu-eina-rokning/?no_cache=1Les eisini: Takkarlønin var at vit fingu eina rokning
Jørgen Niclasen vísir á, at hóast Skopunar Havn er ein kommunal havn, er tað Landið, sum eigur ferjuleguna í Skopun, og tað er Landið, sum bæði rekur og fíggjar hana. Sostatt er tað landskassin, sum í nógv ár, hevur fíggjað meginpartin av øllum umbyggingum og útbyggingum av Skopunar havn. Somuleiðis hevur landskassin eisini goldið umvælingar, eitt nú er innsiglingin javnan ruddað fyri grót.
Jørgen Niclasen sigur, at Skopunar kommuna hevur boðað frá, at nú Hasfjord er sett í sigling, hækkar havnargjaldið 336.000 krónur um árið, sum er dupult so nógv, sum tað var. Tí hevur hevur tað verið neyðugt hjá Strandferðsluni at hækka prísirnar 175 krónur fyri allar bilar, sum eru yvir níggju metrar.
Og Jørgen Niclasen staðfestir, at tað hevur hann ongar innvendingar ímóti. Men hann leggur afturat, at hann vónar inniliga, at borgarstjórin í Skopunar kommunu vísir samfelagssinni, og ikki hækkar havnagjøldini, og á tann hátt at leggja ein meirkostnað á farmaflutningin, sum hann málber seg.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at havnagøldini hjá kommununum hava verið rættiliga støðug í nógv ár. Men hann ger samstundis greitt, at verður tað soleiðis, at kommunur hækka gjøldini, noyðist Strandferðslan at hækka prísin samsvarandi, fyri at fíggja meirkostnaðin.