Tað verður ikki leingi, so fara vit undir at gera vegin, og at gera annað, fyrireikandi arbeiði í sambandi við Dalstunnilin. Tað sigur Fríðrik Heinesen á Landsverki.
Hann sigur, at øll loyvi frá friðingarnevndunum eru útvegað, men nú er eftir at útvega lendið, har vegur og tunnil skulu gerast.
Hann væntar, at spurningurin um lendið verður avgreiddur tíðliga í summar, ella í øllum førum, fyri summarfrítíðina. Og tá ið lendið er útvegað, verður klárt at fara undir at gera vegin til tunnilin, og at gera sjálvan tunnilsmunnan.
Men Fríðrik Heinesen sigur, at vónin er at fáa skotið nøkur skot til sjálvan tunnilin í ár, og tað væntar hann eisini fer at eydnast. Men so verður tað næsta ár, at arbeiðið at bora sjálvan tunnilin byrjar av álvara.
Løgtingið hevur sett níggju milliónir av á fíggjarlógini til Dalstunnilin í ár og Fríðrik Heinesen sigur, at tað mesta av tí fer til at útvega lendi, umframt til at gera vegir og tunnilsmunnan, tí verður tað ikki stórvegis av boriarbeiði í ár. Kortini vóna tey at fáa skotið nøkur skot í ár, og tað væntar hann eisini fer at eydnast.
Men tað, tey eru mest spent upp á, er, hvussu nógv verður sett av til endamálið tey næstu árini.
Landsverk hevur áður boðað frá, at fáa tey 20 milliónir um árið at arbeiða við, kunnu tey bora 700 metrar av tunlinum um árið. Tunnilin er einar 2200 metrar langur, og sostatt fer tað at taka góð trý ár at bora hann.
Tá ið tunnilin er boraður ígjøgnum, tekur tað umleið eitt ár at gera hann heilt lidnan, og so eru útlit fyri, at koyrandi er ígjøgnum hann eina ferð í 2023.
Men fær Landsverk 10 milliónir um árið til Dalstunnilin, er skjótt at rokna út, at so tekur tað góð seks ár at bora hann ígjøgnum, umframt eitt ár at gera hann lidnan, og so verður tað ikki fyrr enn í 2026, at hann verður kárur at taka í nýtslu.