brunnar aftrat í okkara øki og tann fyrsti av teimum verður tann hjá Agip næsta ár, so vónirnar um at finna olju í rakstrarverdugum nøgdum er á ongan hátt burtur. Tað sigur ein framhaldandi bjartskygdur men [...] bjóðað út fyri at kunna staðfesta olju sigur hann. Oljumálaráðharrin hevur als ongan varhuga av, at feløg vilja sleppa úr sínum boriforpliktilsum. Eyðun Elttør sigur, at tey høvdu vónað, at henda seinasta [...] men tó realistiskur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum eftir seinastu boringina hjá The Faroes Partnership í bretskum øki. Tað hevur verið róð framundir, at oljufeløg møguliga vilja sleppa sær úr
kemur Núpur undan Íslandi við 140-150.000 pundum av toski, hýsu, brosmu og longu. Hetta er fyrsti túrurin hjá teimum undir Íslandi á hesum sinni. Fyrr í vikuni hava fimm aðrir línubátar selt um uppboðssøluna [...] hevði eisini 130.000-140.000 pund. Hjá Váðasteini var eisini størra helvtin toskur. Landa fyri Kósina Kristian Fr. Olsen, leiðari á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík, sigur, at fleiri av bátunum seldu ein part [...] bæði fyri okkum sjálvar og Kósina. Síðan gera vit skipini út við kassum, ísi og agni, sigur hann. Kristian Fr. Olsen sigur, at toskaprísurin hevur verið í lagi hesar dagarnar, og prísurin á hýsu hevur verið
uttanríkisráðharri sigur, at stjórnin kundi ikki forða heimsráðstevnuni um Kekenia, tí tað eru privatfólk, sum skipa fyri henni. At banna tiltakinum hevði verið brot á grundlógina, sigur uttanríkisráðharrin [...] da Silva vann sunnudagin brasilska forsetavalið. Hann fekk 61 prosent av atkvøðunum og verður tann fyrsti sosialistiski forsetin í Brasil. Lula, sum hann vanliga verður róptur, fekk 52 milliónir atkvøður [...] verður givið út í London, prentaði sunnudagin eitt testamenti, sum sambært blaðnum er testamentið hjá yvirgangsleiðaranum Osama bin Laden. Í testamentinum verður funnist at fleiri arabiskum londum, tí
hevði kallað kommunufeløgini, Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya, til fundar. Hetta er fyrsti fundurin millum land og kommunu í hesum umfari um eldraøkið, sum semja er um skal leggjast út til [...] verður ein blokkur ? ella ein regulering yvir skattin, er ikki greitt enn. Málið er tó, at skatturin hjá borgarunum ikki verður øktur ? ikki uttan so, at tær kommunur, sum vilja veita eina betri tænastu á [...] eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Jákupi, men Jógvan hittu vit í telefonini í gjáramorgunin. Hann sigur, at hetta var ein kunnandi fundur, sum landsstýrismaðurin kallaði saman til. Eingin beinleiðis skrá
úrslitið heilar 6,02 metrar og tað er longsti sperðil nakar veit um at siga. Tað var ein 11 ára gomul ær hjá Olvheðini Thomsen, sum skuldi hava reyðan kraga leygarkvøldið. Tað var ein ?Prestfjalsærin?, sum pápi [...] hvørja ferð var tað miseydnað. Hetta var so fjórða ferðin í ár at hann royndi og nú bar til. Hann sigur, at teir høvdu eina termokannu við heitum vatni. Thorstein passaði sperðilin og Jón Heini passaði [...] lambaær og hon vigaði 36 pund. Gamla metið í sperðlum áttu suðuroyingar eisini, tað var av eini ær hjá Renhard Thomsen í Sandvík, sum varð flett í fjør, tann sperðilin var 5,87 metrar. Annars stungu Rólant
og annað til fíggindan. Arbeiðið hjá okkum hevur verið júst tað sama, sum tað er nú. Eftir tvey skeið í Føroyum, og samanlagt næstan sekstan ár, so er tíðin komin hjá Georg at fara frá. Herurin krevur [...] amt, og eg hevði einaferð sæð ein film um fuglar í Føroyum. So eg meldaði meg saman við fimm øðrum, sigur Georg. Teir seks, ið skuldi til Føroya, vistu einki um Føroyar og fingu lítið og einki at vita. Georg [...] við flogarinum úr Havn. Alt fólkið, ið starvaðist í Mjørkdali, var frá danska flogvápninum. Uppgávan hjá teimum hevur allatíðina verið tann sama ? at hava eftirlit við flogførum í føroyskum loftrúmi. Støðin
vera eitt stórt herðaklapp til Jón Róa. Tá navnframi danin í summar gjørdist venjari hjá Brøndby, var ein hin fyrsti boðskapur hansara, at nú skuldi spælistílurin broytast. Frá pressfótbóltinum, sum Brøndby [...] trívast. Tað er í øllum førum sera avgerandi í mínari støðutakan, sigur leikarin. Spurdur, um eisini onnur feløg hava sýnt honum áhuga, sigur hann, at sum so hevur hann ikki frætt nakað serligt. Ikki annað [...] seinnu árini hevur FCK verið felagið hjá flestu fótbóltsáhugaðum føroyingum, og hóast hann nú fer til Brøndby, so viðgongur Jón Rói, at hetta eisini hevur verið galdandi hjá sær. - Sjálvandi havi eg alla tíðina
Hondbóltur Sigurin hjá KÍF á VÍF var hin fyrsti hjá liðnum í hesum kappingarárinum, og hann júst skuldi koma móti vestmenningunum, man uttan iva kennast fløvandi hjá teimum reyðu. Ein av broytingunum á [...] tykist vera íkomin. - Tað sigur seg sjálvt, at hetta eru góðir leikarar, og serstakliga er tað gott, at vit nú hava fingið meira skotstyrki. Har hevur Eddie verið alt ov einsamallur hjá okkum, og nú hóttanin
stormur kom á teir, og teir mistu tjøldini hjá sær í illveðri, sigur hann. ? Í so máta hepnaðist betur hjá okkum, tí vit mistu einki. Tað einasta, ið kom tvørt fyri hjá okkum á allari ferðini, var kuldin á veg [...] hvør einasti metur og hvørt einasta stig eitt tungt tak at taka, sigur hann. Størstu trupulleikarnir á vegnum omanaftur vóru, at alt frysti hjá teimum, so teir eitt nú ikki fingu drukkið tað vatn, teir skuldu [...] ferðalagnum fóru í holt við síðstu 300 metrarnar upp á tindin á fjallinum Baruntse. ? Vit fóru úr leguni hjá okkum klokkan eitt korter til fimm henda morgunin, og klokkan hálvgum átta vóru eg og tveir av danskarunum
rúsdrekka, sigur læknin, og hon ber ótta fyri, at tann samtykta príslækkingin fer at gera støðuna uppaftur verri. Í Heilsustýrinum í Keypmannahavn sigur serráðgevin Kit Broholm, at avgerðin hjá politiska [...] stjórnin síðani ger av at lækka avgjøldini, so fólk fara at roykja meiri, sigur læknin hjá krabbameinsfelagnum. Broytir einki Endamálið hjá Framburðsflokkinum við at lækka avgjøldini á rúsdrekka og sigarettum [...] verður uppaftur bíligari, fer at gera tað lættari hjá teimum ungu at fáa fatur á tí, og tað slepst ikki undan, at hetta fær heilsuligar avleiðingar, sigur Kit Broholm. Í danska felagnum ímóti krabbameini