SAMRØÐA
Alt byrjaði við, at danska flogvápnið tørvaði seks hermenn at melda seg sjálvbodnar til at fara til Føroya og arbeiða á teirri nýggju radarstøðini. Hetta tilboðið fekk ein blaðungur Georg Sylvest Pedersen nakrar dagar áðrenn, hann skuldi útnevnast til sersjant.
?Eg hugsaði beinanvegin, at hatta ljóðaði lokkandi. Eg visti so at siga einki um Føroyar. Eg visti, at Føroyar einaferð høvdu verið eitt danskt amt, og eg hevði einaferð sæð ein film um fuglar í Føroyum. So eg meldaði meg saman við fimm øðrum, sigur Georg.
Teir seks, ið skuldi til Føroya, vistu einki um Føroyar og fingu lítið og einki at vita. Georg minnist, at teir vórðu sendir umborð á Tjaldri, sum tá sigldi til Føroya, við einum ferðaseðli, og onkur skuldi taka ímóti teimum, tá teir komu til Føroya.
?Vit ferðaðust í hermannabúna, og tað var eisini vanligt, tá vit ferðaðust í arbeiðsørindum. Eg minnist, at fólk hugdu eitt sindur skeivt eftir okkum á túrinum, sum tá vardi hálvttriðja døgn.
Komnir til Havnar vórðu vit møttir av einum sivilklæddum manni, ið koyrdi okkum niðan í Mjørkadal. Næsta vórðu vit kallaðir inn til ovastan, og vit væntaðu eina vanliga móttøku, men tað skuldi vísa seg, at tað var ein stórur feilur at ferðast í hermannabúna. Ovastin var í øðini, og hann spurdi okkum, um vit vóru úti eftir at byrja 3. veraldarbardaga ella eitt nýtt klaksvíksstríð.
Hetta segði Georg beinanvegin nakað um viðurskiftini í Føroyum. Her vóru danskir hermenn ikki nøkur dreymasjón fyri í øllum førum ein part av føroyska fólkinum.
Hetta var í august í 1964 ? tvey ár eftir, at støðin í Mjørkadali var byrjað at virka, og eitt gott ár eftir, at Georg byrjaði í danska herinum sum værnepligtig. Georg var 21 ára gamal, tá fyri fyrstu ferð kom til Føroya.
Georg var nú partur av einari so gott sum nýggjari radarstøð í einum ? fyri honum ? meststum ókendum landi, har stór mótstøðu var móti støðini. À hesari strategiskt plaseraði støðini skuldi Georg halda til ein fittan part av sínari drúgvu tíð í danska flogvápninum.
Í 1964 var nógv øðrvísi enn tað er nú. Oyggjavegurin, sum var einasta rættiliga flutningsleið til støðina í Mjørkadali, var ikki í serliga góðum standi, og var hann eisini í tveimum pettum, so ferðast mátti til gongu, um tú eitt nú skuldi við flogarinum úr Havn.
Alt fólkið, ið starvaðist í Mjørkdali, var frá danska flogvápninum. Uppgávan hjá teimum hevur allatíðina verið tann sama ? at hava eftirlit við flogførum í føroyskum loftrúmi. Støðin er partur av NATO, og á støðini verður fráboðan beinleiðis til Onglands. Í Kalda krígnum var støðin týdningarmikil fyri at halda eyga við fíggindaflogførunum hjá Sovjet. Støðin hevur kortini ongantíð havt annað til uppgávu enn at fylgja við og boða frá. Okkurt samskifti kunnu teir hava við flogfør í sambandi við skeivar plaseringar ella neyðstøður, men hetta í ein rættiliga lítlan mun.
Tá var tað upp á tað mesta arbeiddu 160 fólk á støðini í Mjørkdali. Ein stór útskifting var eisini í manningini. Í nógv ár komu fólk at gera herskyldu í Føroyum. Hesir høvdu ikki allir so góðan hug at vera í Føroyum, og teir vóru verri enn so allir millum guds bestu børn, og fleiri strongdu við beistagerðum og øðrum um sambandi millum mjørkdalsmenn og føroyska fólkið.
Teir(tað vóru næstan bara menn) flestu búðu í Mjørkadali, men yvirmenninir høvdu loyvi til at búseta seg aðrastaðni.
Sjálvur flutti Georg í 1964 saman við øðrum til Kollafjarðar at búgva. Hetta var næstan av tilvilld, tá hann ein dagin frætti um at hús stóð tøkt. Seinni flutti hann til Havnar at búgva.
Hugburðurin móti teimum fremmandu í Mjørkadali gjørdist betri við tíðini. Tó royndu mjørkadalsmenn altíð at traðka varliga og ikki ganga í búnum millum manna.
Í fyrstu atløgu gjørdist steðgurin hjá Georg smá fýra ár. Hann fór úr Føroyum í mars 1968, og hann endaði, eftir stuttum steðg, á einari radarstøð á Bornholm.
Tað er ikki fyrr enn hin 15. desember 1990, at Georg vendi aftur til Føroya í tænastuørindum. Hesaferð við einari døttur. Hann trívdist væl á Borgundarhólmi, men hugurin longdist eftir at sleppa aftur til Føroya.
Greitt er, at munur er á føroyska samfelagnum anno 1968 og anno 1990.
?Tað fyrsti, eg gjørdi, tá eg kom til Havnar, var at keypa mær eitt býárkort. Alt var at kalla øðrvísi. Nú vóru heldur eingir trupulleikar av nøkrum slag við fólk ella tílíkt. Sjálvur var eg eisini vorðin eldri, og eg royndi eisini at tilpassa meg samfelagið.
Georg hevur nú Føroyar sum fast tænastustað. Vanligt er, at mann skrivar ein sáttmála fyri eitt ávíst áramál, men tú kanst eisini fáa eitt fast tænastustað.
Í Mjørkadali er mjørki 270 dagar um árið. Sjálv barakkin, har menn fyri tað nógva hava búð, er ikki meira enn 15 km.frá høvuðsstaðnum. Men til jarntjaldið og múrurin fullu í 1989-1990 varð alt virksemið í Mjørkadalið myrkalagt.
?Vit kundu einki at siga fyri nøkrum. Alt skuldi vera loyniligt. Hetta setti so eisini gongd á gitingarnar, og tað vóru fólk sum fyri vist hildu, at vit høvdu atomvápn og rakettir liggjandi í Sornfelli. Afturat hesum vóru nógvir spenningar millum okkum og føroyska fólki.
At alt var so loyniligt, og fólk vórður møtt av vápnaðum vagtum, tá tey nærkaðust Mjørka, og hetta provokeraði nøkur og setti gongd á gitingar. Frá okkara síðu var mann bangin fyri, at vinstrasinnaði fólk við samhuga við Sovjet kundu finna uppá at leka upplýsingar um útgerð og annað til fíggindan.
Arbeiðið hjá okkum hevur verið júst tað sama, sum tað er nú.
Eftir tvey skeið í Føroyum, og samanlagt næstan sekstan ár, so er tíðin komin hjá Georg at fara frá. Herurin krevur, at fólk yvir trýss ára aldur verða koyrd á pensjón. Senior sergent Georg Sylvest Pedersen fer í hin 1. desember til Bornholm. Tríggjar mánaðir seinni byrjar hann síðani pensjónistalívið á Bornholm.
Georg leggur stóran dent á, at hann er glaður fyri tíðina í Føroyum. Honum dámar væl smásamfeløg sum Føroyar og Bornholm.
Í Føroyum hevur hann fingist við annað enn radaraeftirlit. Hann hevur verið guide hjá ferðafólki, gingið nógv í náttúruni og fleiri kenna hann óivað sum skemtara, sum hann hevur gjørt rættiliga fitt burturúr. Tá hurðarnar vórðu latnar upp í Mjørkadali, hevur tað fyri tað nógva verið Georg, sum hevur staðið fyri rundferðunum.
Hann hevur gjørt nógv burturúr at savna tilfar um Mjørkadal. Hann hevur skrivað frásagnir um søguna hjá støðini og lívið í Mjørkadali. Georg vónar, at tað verður onkur, sum í framtíðini fer at gera hetta arbeiðið.
Vit ynskja Georg bestu eydnu í framtíðini.