Hondbóltur
Sigurin hjá KÍF á VÍF var hin fyrsti hjá liðnum í hesum kappingarárinum, og hann júst skuldi koma móti vestmenningunum, man uttan iva kennast fløvandi hjá teimum reyðu.
Ein av broytingunum á liðnum nú í seinastuni er sjálvandi, at liðið nú telir tríggjar sera góðar útlendskar leikarar, men venjarin, Kári Durhuus, vil ikki einvíst geva hesum æruna fyri vendini, sum nú tykist vera íkomin.
- Tað sigur seg sjálvt, at hetta eru góðir leikarar, og serstakliga er tað gott, at vit nú hava fingið meira skotstyrki. Har hevur Eddie verið alt ov einsamallur hjá okkum, og nú hóttanin eisini kemur aðra staðni frá, gevur tað hinum leikarunum betri pláss at spæla á, heldur hann.
Og Kári ivast heldur ikki í, at KÍF í løtuni hevur eitt lið, sum er ført fyri at gagnnýta tað pláss, sum nýggju leikararnir hava givið.
- Eg havi alla tíðina sagt, at vit hava nógvar góðar leikarar. Hondbóltsliga standa vit okkum sera væl, men sum sagt, so hevur skotstyrkin resta. Nøkur tekin vóru at síggja móti Kyndli seinast, men ta ferðina kendu vit ikki hvønn annan nóg væl. Í dag var nógv lættari at vera á beinkinum í so máta, tí betri tú kennir leikararnar, lættari hevur tú við at taka røttu avgerðirnar.
- Og so skalt heldur ikki gloymast, at vit hava tveir sera góðar málverjarar, so alt í alt haldi eg, at vit hava eitt gott lið í ár, og so er spurningurin bara, hvussu langt tað røkkur, heldur KÍF-venjarin at enda.










