B71 skeivar soleiðis í kvøld:
Í kvøld var fyrsta venjing hjá besta mansliðnum og maðurin sum kemur at hava ábyrgd av málmansvenjingini hjá 1. deild var eisini á staðnum.
Símun Rógvi Hansen av Sandi er kendur maður, ikki bara í B71, men kring alt landið. Fyriuttan at hava leikt og vant í B71 í fleiri umførum, so hava bæði HB, B36 og AB havt gleði av góðu evnunum og fyrikomandi lyndi hansara.
Seinastu tíðina hevur Símun Rógvi verið við Løkin, men valdi heldur at venda heim til B71 hesu ferð og hjálpa barndómsfelagnum nú vit enn eina ferð hava sett okkum fyri at røkka ovastu tindunum.
Tað hevur nokk heldur ikki onki at siga at vit í ár hava spent allar hestarnar fyri vognin, í eini roynd at tryggja okkum eingang med alla at vit ikki gerast ov stuttir hesu ferð.
Vit høvdu longu nógv gott fólk, men við roynda heimasandsmanninum á odda fyri málverjum á besta mansliðnum, so fáa hesir valla verið í tryggari hondum.
Hjartaliga vælkomin heimaftur, Símun Rógvi!











