Fjallaklintring
Tað var ikki farið at lýsa hósmorgunin 24. oktober, tá Johnny og hini í ferðalagnum fóru í holt við síðstu 300 metrarnar upp á tindin á fjallinum Baruntse.
? Vit fóru úr leguni hjá okkum klokkan eitt korter til fimm henda morgunin, og klokkan hálvgum átta vóru eg og tveir av danskarunum komnir upp á sjálvan tindin á Baruntse, greiðir Johnny Joensen frá í telefonini úr New Delhi í India, nú hann aftur er á heimleið.
? At standa so høgt uppi og hyggja út yvir øll hini høgu fjøllini, ið eru har, er ein ótrúlig kensla. Tú sært allar hesar tindarnar og alt Himalaya, og tað kann næstan ikki lýsast í orðum, so flott tað er. Og allíkavæl sær alt út, sum tað er líka.
Tað bleiv bara ein lítil løta uppi á tindinum, og Johnny heldur, at teir mundu ikki steðga haruppi stórt meira enn einar fimm minuttir.
? Eg hevði føroyskt flagg við í ryggsekkinum, sum eg so pakkaði mær út at hava við á myndini, vit tóku haruppi. Men tað var líka við, at eg ikki legði í at fáa tikið nakra mynd, tí tað var so øgiliga kalt, at fingrarnir frystu, so skjótt man fór úr handskunum, sigur hann.
? Tað er bara tað, at tú noyðist at taka eina mynd, tá tú ert komin so høgt upp, og tí var einki annað at gera, enn at bíta frostið í seg og fáa gjørt tað, sum gerast skal.
Í ferðalagnum var Johnny einsamallur føroyingur saman við ellivu danskarum, og aftrat sær høvdu teir so fingið 35 berarar, ið fylgdu teimum allan vegin hesar tríggjar vikurnar uppi á fjallinum.
Av teimum tólv, ið høvdu tindin á Baruntse sum mál, vóru tað bara átta, sum gjøgnumførdu allan vegin upp á teir 7.129 metrarnar. Hjá hinum vantaðu 300 metrar í at røkka tindinum_
Trupulleikar
? Sum heild gekst alt sera væl, og á vegnum upp høvdu vit ongar sum helst trupulleikar. Verri var, tá vit skuldu omanaftur, tí tá kom óveður á okkum við nógvum vindi og frosti, sigur hann.
? Veðrið var alla tíðina ótrúliga skiftandi, og frá at vera sól og klárt, kundi tað tíggju minuttir seinni vera vindur og toka, so tú næstan ikki sást fram um nøsina.
Luftin er sera tunn í hesari hæddini, og Johnny sigur, at tað var øgiliga hart, tá ein noyddist at anda bæði skjótt og djúpt, samstundis sum tað ráddi um at koma víðari alla tíðina.
? Tá tú ert í hesi hæddini, er hvør einasti metur og hvørt einasta stig eitt tungt tak at taka, sigur hann.
Størstu trupulleikarnir á vegnum omanaftur vóru, at alt frysti hjá teimum, so teir eitt nú ikki fingu drukkið tað vatn, teir skuldu.
? Vit skuldu royna at drekka fimm litrar av vatni um dagin, men tað bar slettis ikki til á ferðini omanaftur, og tí gjørdust tey flestu av okkum sjúk. Eg var eisini sjúkur, so tað var ikki akkurát so stuttligt, sum eg hevði vónað, greiðir Johnny frá.
? Men oman komu vit so í øllum góðum, og tey flestu komu skjótt fyri seg. Kortini hevur tann eini danskarin framvegis frost í fingrunum, sjálvt um ein heil vika er gingin. Tað gongur kortini framá hjá honum, so hann man fara at koma fyri seg aftur heilt skjótt.
Upp og niður
Áðrenn tað nakrantíð kom so langt, sum at sjálvur tindurin var fyri framman, høvdu teir gingið upp og niður í tríggjar vikur, fyri at fáa stilla kroppin inn til ta krevjandi uppgávuna, ið serliga síðsti teinurin er.
? Tá vit komu til Nepal, komu vit fyrst til høvuðsstaðin Katmandu, men hildu so leiðina fram til bygdina Lukla, ið liggur í 2.700 metra hædd. Haðani skuldu vit so byrja sjálva ferðina upp, sigur Johnny.
? Næstu tríggjar vikurnar gingu vit so upp og niður alla tíðina. Upp á 4.000 metrar og niður á 3.000 metrar, upp á 5.000 metrar og niðuarftur á 4.000 metrar.
Teir ellivu danskararnir, ið vóru við í ferðalagnum, vóru heilt ovfarnir av at ganga upp á hæddir og niður í dalar alla tíðina, men Johnny helt ikki, at hetta var nakað serligt:
? Fyri mítt viðkomandi kendist meginparturin av allari gonguni ikki øðrvísi, enn tað er at ganga heima í Føroyum. So tað var ikki frítt, at eg meira ella minni keddi meg, meðan eg bíðaði eftir tí, ið alt snúði seg um ? at koma upp á sjálvan tindin, sigur hann.
? Men sjálvandi er hetta ein partur av tí heila, tí vit lógu í legum høgt uppi, gingu so longur upp og omanaftur at sova, so kroppurin kundi venja seg við tað at vera í hæddini. Hetta var nú ikki tann mest spennandi parturin av tí, men hetta hoyrir nokk bara til.
Hesar tríggjar vikurnar var alla tíðina kalt. Ta einu náttina máldi Johnny 15 kuldastig inni í tjaldinum, og tann eina dagin var so kalt, at teir blivu liggjandi í soviposunum í samfullar sekstan tímar.
Harðari enn væntað
Á vegnum niðan kom ferðalagið hjá Johnny og teimum at fylgjast meira og minni við einum japanskum ferðalag.
Tað vil siga, at ferðaløgini skiftust um at yvirhála hvørt annað.
? Men japanararnir vóru ikki so hepnir, tí stormur kom á teir, og teir mistu tjøldini hjá sær í illveðri, sigur hann.
? Í so máta hepnaðist betur hjá okkum, tí vit mistu einki. Tað einasta, ið kom tvørt fyri hjá okkum á allari ferðini, var kuldin á veg omanaftur, sum gjørdi sítt til, at allir blivu sjúkir.
Sum heilt heldur Johnny, at hóast hann hevði fyrireikað seg væl undan fráferðini, gjørdist tann allarsíðsti teinurin á ferðini niðan á tindin á Baruntse munandi harðari enn væntað.
? Serliga er tað hetta, at tú kanst hava ilt við at fáa luft, er sera hart. Tá talan er um Baruntse, verður iltfløskur ikki brúktar, so tú mást vera øgiliga væl fyri, skalt tú klára teg í hesari hæddini, sigur hann.
? Til tíðir var tað soleiðis, at tú kláraði næstan ikki at anda, samstundis sum tú skuldi taka kropslig tøk. Tað var øgiliga hart, men eg kláraði tað kortini.
Rokkið málinum
Við ferðini upp á 7.129 metra høga tindin á fjallinum Baruntse, hevur 27 ára gamli vestmenningurin rokkið einum máli, hann hevði sett sær: At vera fyrsti føroyingur til gongu í meira enn sjey kilometra hædd.
Til stuttleika kann nevnast, at hetta er sama hæddin, sum ein systir hansara arbeiðir í, tá hon er flogterna við Atlantic Airways_!
Samstundis hevur Johnny nú verið so høgt uppi, sum kravt verður, um tú skalt hava nakran kjans, tá talan er um ferðir upp á Mount Everest við sínum 8.848 metrum, hóast tað í aðrar mátar er sera torført at sleppa upp í part har.
Eitt annað var so eisini, at undan ferðini til Baruntse høvdu fleiri ávarað hann um, at eitt var at koma upp á Baruntse, man at ein annar vandi kundi vera, at tað sigst vera so ófriðarligt í Nepal.
? Tað merktu vit kortini einki til, tí hóast tú sást hermenn allastaðni, so var annars alt friðarligt. Vit merktu hvørki eitt ella annað til, at ófriður var í landinum, sigur Johnny Joensen.
? Samanumtikið gekk ferðin væl, øll sum hon var, og eg havi ið hvussu er fingið eina uppliving fyri lívið.
Nú er Johnny so á heimleið, og gongst eftir ætlan, verður hann aftur í Føroyum fríggjadagin.