Yrkisfótbóltur
Síðani avrikið hjá føroyska fótbóltslandsliðnum móti Týsklandi, hevur frá fleiri síðum verið at hoyrt, at áhugin fyri føroyskum landsliðsleikarum er øktur munandi. Men longu undan hesum var eisini ymiskt at frætta í so máta.
Beint undan fráferðini til Litava- Týsklandsdystin var Jón Rói Jacobsen til royndarvenjingar í danska stórfelagnum, Brøndby, og sum skiltist ta ferðina var skoðsmálið frá Brøndby-venjarunum sera gott. Ikki minst eftir at hann taldist millum allar bestu leikararnar í einum dysti fyri eykaliðið hjá Brøndby.
Laudrup vil síggja meira
Áhugin fyri verjuleikaranum man ikki á nakran hátt vera minkaður eftir teir báðar landsdystirnar, har Jón Rói í báðum førum taldist millum teir allar bestu á føroyska liðnum, og nú er líkt til, at ein varandi avtala er ávegis.
Fyri fyrst er talan tó bert um leigusáttmála. Nýggju transfer-reglurnar innibera millum annað, at feløg ikki kunnu keypa leikarar ávís tíðarskeið av kappingarárinum, og í Danmark er í løtuni stongt fyri handlum fram til 1. januar.
Michael Laudrup og hinir venjararnir í Brøndby hava tó helst longu nú sæð nóg mikið til føroysku fótbóltsevnini, og tí fór Jón Rói longu hósmorgunin til Brøndby, har hann skal venja við superliguliðnum, umframt at spæla dystir við eykaliðnum og U-21 liðnum hjá felagnum.
At tað júst er Michael Laudrup, sum er áhugaður í føroyska landsliðsleikarunum, má undir øllum umstøðum sigast at vera eitt stórt herðaklapp til Jón Róa.
Tá navnframi danin í summar gjørdist venjari hjá Brøndby, var ein hin fyrsti boðskapur hansara, at nú skuldi spælistílurin broytast. Frá pressfótbóltinum, sum Brøndby í nógv ár hevur verið eyðkent fyri, til ein meira kontinentalan spælistíl við fyrimynd úr Barcelona, har Laudrup fýra ár á rað gjørdist meistari við Johan Cruyff sum venjara. Hetta merktist eisini í leikarahópinum, har fleiri leikarar fingu greið boð um, at fótbóltsevni teirra ikki rukku til nýggja spælistílin. Ikki minst í verjupartinum, har talan skuldi vera um meira bóltførandi leikarar.
Og hóast hetta enn ikki hevur givið so góð úrslit, sum áskoðararnir kundu hugsað sær, so hevur leiðslan í felagnum fult álit á, at Laudrup nokk skal fáa kabalina at ganga upp. Brøndby er í løtuni á øðrum plássi í donsku superliguni, seks stig aftan fyri FCK.
Ikki endaligt
Tá vit mikukvøldið fingu orðið á Jón Róa, var tað sjálvsagt ein spentur landsliðsleikari, sum var í ferð við at pakka klæði og annað niður. Men hóast hetta, so tóktist hann tó at vera somikið avkláraður um støðuna, at hann ikki tók tað fyri givið, at hann fer at halda fram í Brøndby eftir leigumálið. Heldur ikki, hóast tað skuldi víst seg, at áhugi var frá teimum gulu at gera ein veruligan sáttmála.
- Spyrt tú meg beint nú, um eg eri áhugaður í at gera sáttmála við teir, so er svarið sjálvandi ja. Men nú fáa vit at síggja.
- Eg skal vera niðri í ein mánað fyri fyrst. Í desember er vetrarfrí, og daman hjá mær, Súsanna, skal eisini eiga, og tá ætli eg mær so avgjørt at vera her heima. Í januar skal eg so aftur niður, og tá vera bæði genta og barn ætlandi við, og so vit fáa at síggja, hvussu vit fara at trívast. Tað er í øllum førum sera avgerandi í mínari støðutakan, sigur leikarin.
Spurdur, um eisini onnur feløg hava sýnt honum áhuga, sigur hann, at sum so hevur hann ikki frætt nakað serligt. Ikki annað enn okkurt slatur og so onkur smærri feløg, men í øllum førum langt ífrá nakað, sum kann sammetast við Brøndby.
Skiftir lit
Tað er nokk einki at ivast í, at seinnu árini hevur FCK verið felagið hjá flestu fótbóltsáhugaðum føroyingum, og hóast hann nú fer til Brøndby, so viðgongur Jón Rói, at hetta eisini hevur verið galdandi hjá sær.
- Sjálvandi havi eg alla tíðina vónað, at tað hevur gingið væl hjá Toda, og tað sama er eisini galdandi fyri Christian Høgna og Jákup Mikkelsen, tá hann spældi í Herfølge. Men hinvegin merkir tað ikki, at eg ikki eri áhugaður í Brøndby. Tað vildi í øllum førum verið stuttligt, um at slapp at ansa eftir Toda í onkrum dysti, heldur hann at enda.