Oljuleiting
-Vit skulu bora fimm brunnar aftrat í okkara øki og tann fyrsti av teimum verður tann hjá Agip næsta ár, so vónirnar um at finna olju í rakstrarverdugum nøgdum er á ongan hátt burtur. Tað sigur ein framhaldandi bjartskygdur men tó realistiskur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum eftir seinastu boringina hjá The Faroes Partnership í bretskum øki.
Tað hevur verið róð framundir, at oljufeløg møguliga vilja sleppa sær úr bindingunum tey hava við føroyskar myndugleikar um at bora ávíst tal av brunnum, nú enn ein boring ikki hevur víst rakstrarverdugar nøgdir av olju. Fyri Eyðun Elttør er hetta eingin trupulleiki. Hann sær onga orsøk til ikki at bora allar hesar brunnarnar, tí tað vit hava áhuga í er at fáa betri kunnleika til jarðfrøði Føroya og tað er út frá tí, at loyvi eru givin oljufeløgunum. -Vit hava jú bjóðað út fyri at kunna staðfesta olju sigur hann. Oljumálaráðharrin hevur als ongan varhuga av, at feløg vilja sleppa úr sínum boriforpliktilsum.
Eyðun Elttør sigur, at tey høvdu vónað, at henda seinasta boringin fór at verða eitt sindur meira positiv, men úrslitið vísir, at tað er ikki so lætt at lesa jarðfrøðina. Vit mugu brynja okkum við toli og vóna, at restin av boringunum fara at geva eitt gott úrslit.
-Hevði tú roknað við, at tað tók so drúgva tíð at staðfesta oljufund?
-Eftir tí eg havi lært av royndunum aðrastaðni, so haldi eg ikki vit skulu klaga. Tey hevði verið gott at rakt við beinavnegin, men tað er als einki løgið í tí, at vit ikki gera tað. Tað tekur so ikki mótið frá mær. Bert fáir brunnar eru boraðir og fleiri koma. Vit hava staðfest, at her er ein virkin oljuskipan. So skulu vit bara víðari og finna fram til, hvar rætta staðið er at sera framríðar borarnar í. Ein og hvør boring, sum verður gjørd, gevur okkum eina betri fatan av jarðfrøðini og hvussu undirgrundin sær út.
Tá talan er um framtíðina, so verður eisini spurt í oljuverðini, nær Oljumálaráðið fer at leggja til brots við tí næstu útbjóðingini
Eyðun Elttør hyggur alla tíðina eftir møguleikanum fyri eini nýggjari útbjóðing og er vitandi um, at feløgini eru áhugað í eini slíkari. Hann vil tó ikki siga nakað við vissu, nær teir fara at bjóða út aftur.
Men hann vísir á, at brunnarnir, sum verða boraðir í bretskum øki tætt við markið, kunnu allir geva okkum týðandi upplýsingar, sum so aftur kunnu vera brúktir sum grundarlag undir eini komandi útbjóðing. Her vísir hann eisini til tað áhugaverdu boring, sum júst er farin í gongd norðari á bretskum øki, skamt frá markinum. Tað er Cambobrunnurin, sum Amerada Hess og onnur feløg bora. Oljufeløgini, sum hava leitiloyvi á landgrunninum, fylgja hesi boring við stórum áhuga.