sjónarmiðini um, at viðurskiftini eru broytt, og at hetta má føra til justeringar av býtinum millum londini. Hann heldur, at har er ivaleyst av tilfari. - At tað knappliga ber til at fiska makrel í stórum [...] eydnaðist umsíðir. Øll vita tó, at tað at broyta býtislyklar er sera strævið, og úrslitið byggir ofta líka nógv á politiska styrki sum sakliga próvførslu. Hetta eigur at vera havt í huga, sigur Kjartan Hoydal [...] eingin í. Hinvegin er trupult at seta beinleiðis tøl á tað. Kjartan Hoydal vísir á, at føroyska samráðingarnevndin í fyrsta lagi noyðist at hava so gott tilfar sum møguligt – og helst frá Havstovuni. - Síðan
viku síðani sá tað rættiliga gott út hjá Aarhus Fremad, har Krzysztof Popcynski stendur við róðri og Johan Troest Davidsen stýrir verjuni. Tá var bert eittans stigi millum teirra lið og oddaliðið Blokhus [...] Eftir at 25 umfar er av, er munurin nú fimm stig, tí Aarhus Fremad tapti 0-2 á útivølli fyri Varde. Enn er tó møguleiki fyri, at pólski venjarin, sum áður hevur vunnið gull í Føroyum, eisini fer at vinna [...] innlegg stóð Andreas Lava Olsen við handaru stong og stútaði bóltin trygt í netið. Frammanundan hevði áleyparin havt onkran góðan møguleika, uttan at tað tó gjørdist vandamikið. Frem liggur á odda í Key
Vágur - Tað vísir seg, at tað skal bara ikki gangast okkum væl í fiskavirkisvinnuni í Vági. Viðhvørt hómast glottar, og so dregur saman aftur á luftini. Tað sigur Rannvá Dalá, formaður í arbeiðskvinnufelagnum [...] fiskurin skorin og saltaður. - Jú, vit merkja væl, at arbeiðsloysið í økinum er stórt. Spurd, hvussu nógvir limir í arbeiðskvinnufelagnum eru arbeiðsleysir, heldur Rannvá, at tað munnu vera teir flestu. - [...] Hon sigur, at felagið hevur stívliga áttati limir, men heldur, at flestu av hesum hava einki arbeiði, sum gevur teimum eina inntøku, sum er at liva við. - Nú frættu vit so eisini í vikuni, at limir okkara
á tingi, fer úr aftur løgtinginum. Tað var eitt hjartamál hjá Henriki Old at stovna eitt tunlasjakk undir Landsverki at bora tunlar til smábygdir og tað var eisini eitt hjartamál hjá honum, at Fámjinstunnilin [...] skuldi vera tann fyrsti tunnilin, hetta sjakkið skuldi gera. Men løgmaður tók hann av ræði og gjørdi av, at Dalstunnilin skuldi vera tann fyrsti. Tað hevur Landsverk mælt til, og sakkunnleikin eigur at verða [...] hann sigur, at tað er orsøkin til, at hann nú hevur biðið løgmann loysa seg úr starvið sum landsstýrismann. Sostatt fer Henrik Old aftur í Løgtingið, og úrslitið av tí er so aftur, at Djóni Nolsøe Joensen
bløðini vita, at søgur og leysasøgur um spælarakeyp selja væl, og tey eru eisini full av teimum. Og nú er spennandi nýtt at frætta hjá Manchester United og Real Madrid fjepparum. Ígjár frættist, at Manchester [...] er púra víst, at David de Gea fer til Madrid. Men søgurnar og leysasøgurnar um handlar millum Real Madrid og Manchester United enda ikki her. Nú frættist, at Real Madrid eru sinnaðir at lata Gareth Bale [...] Ancelotti sigst at angra, at hann valdi at satsa uppá Gareth Bale framum Angel Di Maria til hetta kappingarárið. Og sambært Daily Star vónar Carlo Ancelotti, at eitt spælarabýtið, har Bale fer til Manchester
miðbýin at njóta ólavsøkuna og tað góða veðrið eru Gijsbert og Jeannette Klein úr Hollandi og Kirsten og Lars Eriksen ?Hetta er fyrstu ferð, vit eru í Føroyum. Vit komu við Norrønu sunnudagin, og hevur túrurin [...] stórsligin náttúran var. Føroyingar kunnu vera stoltir av sínum landi.? ?Tað einasta, sum eg sakni, er fleiri matstøð úti í teimum smærri bygdunum. Eg væntaði, at man fór at fáa fisk í hvørjum horni,? sigur Gijsbert [...] Gijsbert flennandi ?Men nú fara vit so at njóta ólavsøkuna, sum eg vænti verður eitt avberað gott upplivilsi.? Portalurin ynskir okkara hollendsku og donsku gestum eina góða og ógloymandi ólavsøku.
gjøgnum gransking og betraða viðgerð. Tað hevur tí ómetaliga nógv at siga, at tey, sum granska og arbeiða við hesum, fáa teir neyðugu midlarnar. Tað almenna eigur sjálvandi at ganga á odda við at gera íløgur [...] íløgur í eitt vælvirkandi heilsu- og sjúkrahúsverk, men privatir stovnar og feløg og eisini einstaklingar eiga og kunnu eisini vera við til at stuðla undir hesi felags uppgávu. Tiltakið í Norðurlandahúsinum [...] eitt dømi um hetta. Har fleiri ymsir stovnar og feløg ganga saman um at fáa føroyingar flest til at lata eina upphædd til arbeiðið at fyribyrgja og viðgera og ikki minst granska í krabbameinssjúkum. Í hesum
undir Heilsu- og Innlendismálaráðnum, men kvinnulig valevni halda, at Heilsu- og Innlendismál eru rættiligau mfatandi málsøki í sær sjálvum. Tí eru tey sinnað at leggja mál um náttúru- og umhvørvisvernd [...] d í eitt ráð fyri seg. Tað var Marin Katrina Frýdal, sum er valevni fyri Tjóðveldi, sum sigur, at tey hava tað við í valskránni og hetta eru hini valevnini sinnð at taka undir við. Bæði Rebekka Vestergaard [...] fyr Framtakið og Birita Arge, valevni fyri Framsókn halda, at hetta er eitt gott hugskot. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokki, sigur, er er tað neyðugt fyri at fáa ferð á
tá liðugt er at draga, og tað hava egnararnir funnið útav. Og tað ger so aftur, at tað ikki stendur á hjá teimum at fáa egnarar í Sørvági. ?Smádreingirnir eru púra villir eftir at sleppa at egna hjá okkum [...] soleiðis at samband er við traktina, sum húkurin kemur ígjøgnum. Soleiðis fer húkurin beinleiðis niður á stokkin, meðan línan sjálv verður kveilað niður í stampin. Úrslitið hevur higartil verið gott, sigur [...] Tøkni Sørvági:Við einum nýggjum »splittara« í spælinum, verður tað gjørt nógv lættari at egna stampin aftur, tá hann kemur á borðið. So einfalt er úrslitið higartil teimum royndum, Bjarni Joensen í Miðvági
Kirkjukórið fer eisini at syngja, og skúlaorkestrið fer at hava konsert. Formaðurin í Bátafelagnum, Høgni W. Høgnesen, sigur, at kafeteria eisini verður á stevnuøkinum, eins og tveir slakrarar fara at grilla [...] Flesjarnar klokkan 14 og stevna inn í Oyrahavnina umleið hálvan tíma seinni. Høgni sigur, at tá ið lagt verður at, fer Nes sóknar Hornorkestur at spæla og seta sín dám á hesa løtuna. - Síðan fer alt bátsfólkið [...] fólk í dansi á Toftum, og hesaferð verður tað Dansiorkestrið, sum fer at undirhalda við góðum dansitónleiki fyri tey tilkomnu. - Meðan tey tilkomnu fara at dansa og hugna sær í høllini hjá Landingarmiðstøðini