Eitt hjartamál gjørdi enda á Henriki Old

– Eg má ásanna, at eg havi ikki politiska undirtøku fyri at gera tunnilin til Fámjins, sum er klárur at fara í holt við. Soleiðis sigur Henrik Old, sum nú er farin frá sum landsstýrismaður í samferðslumálum. Og hann sigur, at tað er orsøkin til, at hann nú hevur biðið løgmann loysa seg úr starvið sum landsstýrismann.

 

Sostatt fer Henrik Old aftur í Løgtingið, og úrslitið av tí er so aftur, at Djóni Nolsøe Joensen, sum hevur verið varamaður á tingi, fer úr aftur løgtinginum. 

 

Tað var eitt hjartamál hjá Henriki Old at stovna eitt tunlasjakk undir Landsverki at bora tunlar til smábygdir og tað var eisini eitt hjartamál hjá honum, at Fámjinstunnilin skuldi vera tann fyrsti tunnilin, hetta sjakkið skuldi gera. Men løgmaður tók hann av ræði og gjørdi av, at Dalstunnilin skuldi vera tann fyrsti. Tað hevur Landsverk mælt til, og sakkunnleikin eigur at verða fylgdur sigur hann.

 

Um vikuskiftið skrivaðu vit, at tinglimir úr fleiri flokkum eru gingnir saman um at leggja uppskot fyri Løgtingið um at bora tunnil til Fámjins, men tað hevði Henrik Old onga viðmerking til í áðni. Men uttan iva er møguleikin fyri at tað uppskotið verður samtykt, batnaður, tí tað er neyvan væntandi, at Henrik Old fer í Løgtingið at atkvøða ímóti eini ætlan, hann hevur sett so hart upp á sum landsstýrismaður.