Semja heldur enn stríð um makrel

- Føroyar eiga at meta um virðið av at hava skipaði viðurskifti og burðardygga veiði í makrelfiskiskapi. Sjálvandi eiga vit at miðja eftir semjum millum lond heldur enn stríð við partar, sum vit annars arbeiða nógv saman við, sigur Kjartan Hoydal, sum ásannar, at viðurskiftini við makreli um okkara leiðir eru nógv broytt – Føroyum til fyrimunar

MAKRELUR

Kjartan Hoydal, sum í mong ár var ein tungur drongur í føroyskari fiskivinnuumsiting, greiðir í hesi samrøðu í stuttum frá grundarlagnum undir tí makrelbýti, sum er galdandi í dag.
Umframt at hann er fiskifrøðingur, er hann eisini leiðari í NEAFC og umsitir soleiðis áhugamálini hjá øllum limalondunum í felagsskapinum.

Gamal býtislykil
Kjartan Hoydal sigur, at tá fiskimørkini í 1977 vórðu flutt út á 200 fjórðingar, var tørvur á at býta felagsstovnar, sum gingu um mark hjá fleiri londum og kanska eisini út um fiskimørk.
- Altjóða Havgranskingarfelagssapurin ICES varð biðin um at gera eina meting av hesum, og teir lótu tvær frágreiðingar frá sær um stórt sæð allar týdningarmiklar fiskastovnar.
Hann vísir á, at býtislyklar millum lond vórðu gjørdir út frá hesum frágreiðingum – og eisini millum ES-lond innanhýsis vórðu sonevndar "relative stability" gjørdar.
Hetta eru soleiðis fleiri ára gamlir býtislyklar, sum ikki taka hædd fyri teimum broytingum í gongdini hjá makreli, sum vit síggja um okkara leiðir í dag.

Mynstrið púra broytt
Kjartan Hoydal vísir á, at makrelur í høvuðsheitum varð veiddur í Norðsjónum í 1977, og norðsjóvarstovnurin var tá nógv tann størsti parturin. Nakað av makreli varð eisini veitt vestan fyri bretsku oyggarnar. Hesin stovnur varð róptur vestanmakrelurin, men her var ikki talan um stóran fiskiskap.
- Alt hetta er nú púrasta broytt. Norðsjóvarmakrelurin er at kalla ikki til longur - og er friðaður - og vestanmakrelurin hevur breitt seg fyrst inn í norðara part av Norðsjónum og síðani norðureftir til leiðir, har hann ikki hevur verður vanligur áður.
Kjartan Hoydal er sannførdur um, at um ICES gjørdi eina
frágreiðing í dag á sama hátt sum í 1976/1977, hevði myndin soleiðis verið ein heilt onnur.
- Tað tók nógv ár – frá miðskeiðis í áttatiárunum - at fáa Føroyar góðkent sum strandaland, men hetta eydnaðist umsíðir. Øll vita tó, at tað at broyta býtislyklar er sera strævið, og úrslitið byggir ofta líka nógv á politiska styrki sum sakliga próvførslu. Hetta eigur at vera havt í huga, sigur Kjartan Hoydal.

Hevur einki boð
Leiðarin í NEAFC sigur seg einki boð hava upp á, hvat ein rættvísur føroyskur partur av felags makrelkvotuni er.
Hann vísir á, at hetta krevur meira gjølligar metingar um fiskiskap, hvar makrelur gýtir, hvar hann leitar sær føði, og hvar ungfiskurin veksur upp.
- Men at gongdin er nógv broytt síðani 1977, ivast eingin í. Hinvegin er trupult at seta beinleiðis tøl á tað.
Kjartan Hoydal vísir á, at føroyska samráðingarnevndin í fyrsta lagi noyðist at hava so gott tilfar sum møguligt – og helst frá Havstovuni.
- Síðan skal hon føra fram sjónarmiðini um, at viðurskiftini eru broytt, og at hetta má føra til justeringar av býtinum millum londini.
Hann heldur, at har er ivaleyst av tilfari.
- At tað knappliga ber til at fiska makrel í stórum nøgdum í Íslandi, er eisini eitt faktum. Eg haldi, at vinnan í Føroyum hevur lagt nógv tilfar fram sum stuðlar undir einum føroyskum kravi um eitt rættvísari býti av felagskvotuni av makreli, sigur fiskifrøðingurin og leiðarin í NEAFC.

Eingi einvís ráð
Sosialurin spurdi eisini Kjartan Hoydal, um hann hevur nøkur góð ráð til føroysku samráðingarnevndina, tá hon aftur fer á fund um býtið av makrelinum.
- Tað ber ikki til hjá mær sum leiðara í NEAFC at geva einum limalandi í felagsskapinum ráð at brúka í samráðingunum, sigur hann.
Hann heldur, at ein partur av grundarlagnum undir avgerðini hjá føroyskum myndugleikum sjálvsagt eisini eigur at vera fíggjarliga virði av at sleppa av fiska makrel um heystið á leiðunum hjá øðrum – í mun til virðið av at sleppa at fiska eina eginkvotu í føroyskum sjógvi um summarið.

Alt uppí gos
Kjartan Hoydal heldur, at politiskt eiga Føroyar eisini at meta um virðið av at hava skipaði viðurskifti og burðardygga veiði í makrelfiskiskapi – heldur enn stríð.
- Sjálvandi eiga vit at miðja eftir semjum millum lond og við partar, sum vit annars arbeiða nógv saman við.
Hann heldur, at áðrenn samráðingarnar eru lidnar, eiga
vit ikki at blanda samráðingarstøðuna saman við, hvat skal henda, um vit í staðin fyri at skriva undir strandalandaavtaluna heldur áseta Føroyum eina eginkvotu.
- Blanda vit tingini saman, fer alt upp í gos, og hetta
kann forða fyri skilagóðum samráðingarúrsliti, sigur Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur og leiðari í NEAFC.