Bøta um línuspælið

Sørvingar royna eina betran av línuspælinum hjá Oilwind, sum greiðir húkarnar á stokk, so hvørt drigið verður

Tøkni

Sørvági:Við einum nýggjum »splittara« í spælinum, verður tað gjørt nógv lættari at egna stampin aftur, tá hann kemur á borðið.
So einfalt er úrslitið higartil teimum royndum, Bjarni Joensen í Miðvági ger við gamla, kenda línuapælinum frá Oilwind.
Brøðurnir Helgi og Jákup Heri Leonson rógva út úr Sørvági við glastrevjabátinum Álitið, sum smiðjumenninir í Miðvági eiga. Samstundis royna teir eisini eitt nú nýggju ábøturnar á línuspælið, sum Bjarni Joensen arbeiðir við.
?Hetta riggar bara heilt væl, letur Helgi Leonson at. Bjarni hevur gjørt ein nýggjan »splittara«, sum fangar húkin og stýrir honum beinleiðis niður á ein stokk, sum settur verður í sjálvan stampin. Stampurin verður síðan festur undir spælið, soleiðis at samband er við traktina, sum húkurin kemur ígjøgnum. Soleiðis fer húkurin beinleiðis niður á stokkin, meðan línan sjálv verður kveilað niður í stampin.
Úrslitið hevur higartil verið gott, sigur Helgi Leonson. Eingin snúður er á teymunum, tá liðugt er at draga, og tað hava egnararnir funnið útav. Og tað ger so aftur, at tað ikki stendur á hjá teimum at fáa egnarar í Sørvági.
?Smádreingirnir eru púra villir eftir at sleppa at egna hjá okkum, heldur hann fyri.