Ensku bløðini vita, at søgur og leysasøgur um spælarakeyp selja væl, og tey eru eisini full av teimum. Og nú er spennandi nýtt at frætta hjá Manchester United og Real Madrid fjepparum.
Ígjár frættist, at Manchester United vil ógvuliga gjarna hava vinstra bakkin hjá Real Madrid, Fabio Coentrao. Men nú sær ikki gott út við tí spælarakeypinum.
Real Madrid hevði ætlað David Alaba hjá Bayern München, sum avloysara fyri Fabio Coentrao, men nú er eysturríkski landsliðsspælarin, sum vitjaði á Tórsvølli í fjør langtíðarskaddur. Tískil kann Real Madrid ikki loyva sær at selja Fabio Coentrao.
Men sambært litríka enska blaðnum "Daily Star", so verða helst samráðingar kortini millum Real Madrid og Manchester United. Tí sambært Daily Star eru teir í Real Madrid fullvísir í, at málverjin hjá Manchester United, David de Gea vil ógvuliga gjarna gerast partur av hópinum hjá Real Madrid. Um Manchester United ikki megnar at spæla seg í Champions League bólkaspælið komandi ár, er púra víst, at David de Gea fer til Madrid. Men søgurnar og leysasøgurnar um handlar millum Real Madrid og Manchester United enda ikki her. Nú frættist, at Real Madrid eru sinnaðir at lata Gareth Bale fara til Manchester United, um teir fáa Angel Di Maria aftur.
Høvuðsvenjarin hjá Real Madrid, Carlo Ancelotti sigst at angra, at hann valdi at satsa uppá Gareth Bale framum Angel Di Maria til hetta kappingarárið. Og sambært Daily Star vónar Carlo Ancelotti, at eitt spælarabýtið, har Bale fer til Manchester United, og Di Maria kemur aftur til Madrid kann gerast veruleiki.