Føroyar eru fantastiskar

Nøkur av teimum mongu ferðafólkunum, ið eru komin oman í miðbýin at njóta ólavsøkuna og tað góða veðrið eru Gijsbert og Jeannette Klein úr Hollandi og Kirsten og Lars Eriksen ?Hetta er fyrstu ferð, vit eru í Føroyum. Vit komu við Norrønu sunnudagin, og hevur túrurin verið heilt fantastiskur,? sigur Jeannette, ið saman við manninum hevur koyrt runt um Føroyar á motorsúkklu.

?Ja, eg eri heilt samd,? sigur Kirsten ?Vit vóru úti í Mykinesi í gjár. Eg havi ikki orð fyri, hvussu stórsligin náttúran var. Føroyingar kunnu vera stoltir av sínum landi.?

?Tað einasta, sum eg sakni, er fleiri matstøð úti í teimum smærri bygdunum. Eg væntaði, at man fór at fáa fisk í hvørjum horni,? sigur Gijsbert flennandi ?Men nú fara vit so at njóta ólavsøkuna, sum eg vænti verður eitt avberað gott upplivilsi.?

Portalurin ynskir okkara hollendsku og donsku gestum eina góða og ógloymandi ólavsøku.