vit kunnu siga nakað ítøkiligt um úrslitið av boringini. Hetta sigur ein at síggja til opinskáraður men tá kemur til stykkis rættiliga fáorðaður Rúni Hansen, stjóri í Statoil Føroyar, sum stendur á odda [...] breti. Dave Ellis eitur hann. Hann er ikki hvør sum helst, tá talan er um kunnleika til undirgrundina og her ikki minst til føroysku undirgrundina. Dave hevur nevniliga verið við á føroyaøkinum frá byrjan [...] byrjan. Í meira enn 5 ár hevur hann, eitt nú saman við Rúna Hansen, verið við til at leggja brikkarnar til torføra føroyska undirgrundarpuslispælið. Tað er ikki minst Dave Ellis at takka, at tað hevur eydnast
er ætlanin at fara varisliga fram. ?Vit eru farin uppí í Hvalba at læra og enn er ringt at siga, hvat tað fer at føra til, sigur stjórin. Enn veit hann tí onki um, um Fiskasølan fer at halda fram í Hvalba [...] saktans hugsað okkum eina gongd framyvir, har Fiskasølan í størri og størri mun beinleiðis virkar fisk til at selja. ? Tað haldi eg, verður neyðugt, leggur hann afturat Fyribils eru tey á Fiskasøluni nøgd við
ljósið og samskipa og brúkt tær miðvíst til víðari menning av fólkaskúlanum! Tað tekur tíð at gera so kollveltandi broytingar, sum skúlalógin frá 1997 leggur upp til. Men tey, sum dagliga starvast í skúlanum [...] gongdin kann ikki halda fram. Lærarar og leiðarar mugu fáa tíð til at konsentrera seg um nøkur evni ella nakrar uppgávur og ikki kenna seg noyddar til at gapa um alt í senn. Fylgjan av verandi mannagongd er, [...] verða lærarar - skúlin skal verða fyri øll, men játtanin til børn, sum hava serligan tørv, er langt frá nøktandi - eingi alternativ tilboð eru til tey børnini, sum hava atferðartrupuleikar - eingin møguleiki
ótolandi støða, sigur Hannvør. Skelkur Í 1997 flutti Hannvør og familjan aftur til Føroya at búgva, og tað var byrjanin til truplu støðuna. ? Í Danmark var ongantíð nakar sum helst trupulleiki. John gekk [...] fingið. Barnaverndin hevði sagt nei til at hjálpa. Tað besta av øllum var, at brævið við noktandi svarinum hevði ligið á Almannastovuni í fleiri vikur, og hevði eg ikki ringt tá, so eg hevði eg ivaleyst framvegis [...] neyðini, men tað er eitt baks at fáa neyðugu hjálpina. Hon greiðir frá einum ótali av telefonsamrøðum til myndugleikarnar, nógvum lyftum, men fáum loysnum og eini stundum vónleysari støðu. Óvissan er støðug
og kostnaðarætlan. Ætlanin hjá teimum er nevnd í útoyggjaálitinum, sum kom fyrr í ár og vit hava ringt til teirra at fregnast, hvat varð av henni. Esbern í Eyðansstovu siigur, at tað hevur alla tíðina verið [...] hevði kastað av sær til land og kommunu og so tað, sum hevði verið spart í innflutningi. Men fyri eitt pláss sum Mykines hevði tað har sera stóran týdning at fingið nøkur arbeiðspláss til bygdina. Teir vísa [...] hava fingið svar frá Vinnumálastýrinum, har boðað verður frá, at almennur stuðul verður ikki latin til ætlanina. ? Sostatt mugu vit ásanna, at ætlanin verður ikki burðardygg og tískil hava vit slept henni
130 milliónir til taks til útbyggingar og tað verður neyvan meiri tey komandu árini. ?Tískil er greitt, at suðuroyarskipið og havnirnar fara avstað við tí allarmesta av tí, sum vit hava til taks yvirhøvur [...] hetta roknistykki at ganga upp. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum hevur fingið eitt ringt pusslispæl at leggja. Hann hevur fingið ábyrgdina av at byggja eitt nýtt Suðuroyarskip, sum er mett [...] liggja trygt. Bæði Strandferðslan, Landsverkjfrøðingurin og umsitingin í Vinnumálastýrinum hava mælt til, at havnirnar verða bygdar út, so at tær eru lidnar, samstundis sum skipið er liðugt. ? Tilsamans kostar
sum sigla við skipinum, vóru á veg úr Íslandi og heim til Onglands, tá tey komu í ringt veður einar 100 fjórðingar úr Føroyum. Báðir bummarnir til seglini brotnaðu, og so noyddust tey at fylgja rákinum [...] og endaðu í Klaksvík, har tey eisini vóru, áðrenn leiðin varð løgd til Íslands. Tey noyddust at bíða eftir, at bummarnir skuldu koma til Føroya, og tað tók nakað av tíð. Bummarnir Leygardagin komu teir serligu [...] bummarnir vóru komnir upp, legði Fyne Spirit úr Klaksvík. Graham og Anne Evans leggja nú leiðini heim til Plymouth, har tey fara at arbeiða í nakrar mánaðir, áðrenn tey leggja leiðina suðureftir. Ætlanin var
ammað enn tryggjandi fyri Føroya fólk, sum hevur vant seg til og krevur góð lækna- og heilsuviðurskifti. Tá lýst varð eftir kommunulækna herfyri til høvuðsstaðin, søktu bara tveir læknar starvið. Annars hevur [...] verið trupult at fáa læknar at taka við sum kommunulæknar kring landið. Serliga hevur støðan verið ring í Sandoynni, men tað hevur eisini verið trupult at hava tveir kommunulæknar í sunnaru helvt í Suðuroy
mælt frá hesum, tí hann er ikki egnaður til farvatnið. Og harafturat skal Sam eisini brúkast sum avloysaraskip um Vestmannasund, millum annað tá veðrið er ringt og tað ikki er gott hjá tungu Ternuni at [...] Strandfaraskip Landsins gjørt av, at Dúgvan skal sigla um Leirvíksfjørð frá klokkan fimm um morgunin til á midnátt hvønn dag. ? Undirtøka er fyri hesi ætlan í landsstýrinum, og eg fari nú at biðja um eykajáttan [...] Djurholm fer tað at kosta 305 túsund krónur brutto at lata Dúgvuna sigla frá klokkan fimm á morgni til midnátt um Leirvíksfjørð. Hendan peningin biðjur hann um á eykajáttanarumbønini fyri august. Og hann
ótolandi. Ígjør kom fram, at tað resta meiri enn 40 búplásss - kømur ella íbúðir - til sálarliga sjúk. Peningur varð settur av til at kanna støðuna og hvussu spurningurin kann loysast, hóast málið eigur at vera [...] nir hava vitað, hvussu ring støðan er, men tað er harmiligt, at meiri ljós ikki er varpað á málið fyrr. Vónandi kann ráðstevnan, og tann økta tilvitanin um málið, gera sítt til, at løgting og landsstýrið [...] út onkursvegna. Vit mugu royna, um tað ikki gongur betri hesaferð«! Umrødda støðan er ikki í einum til afturs komnum landi, men í Føroyum í tí Harrans ári 2001! Hetta er einki annað enn skomm. Stór skomm