Stríðist fyri at fáa sonin í skúla

Hannvør Johansen má fleiri ferðir um árið stríðast fyri, at sonur hennara, sum er spastikari, kann hava eitt stuðulsfólk í skúlanum. Støðan er fullkomiliga ótolandi, og allar loysnir eru fyribils. Nú eru fýra dagar til sonur hennara skal aftur í skúla, men stuðulsfólkið er enn einaferð sagt úr starvi, og nú veit mamman hvørki út ella inn

 

Hannvør Johansen í Klaksvík kennir tað sum eitt endaleyst og slítandi stríð at fáast við føroyska almannaverkið.

Hon hevur ein spastiskan drong, sum hevur hjálp fyri neyðini, men tað er eitt baks at fáa neyðugu hjálpina.

Hon greiðir frá einum ótali av telefonsamrøðum til myndugleikarnar, nógvum lyftum, men fáum loysnum og eini stundum vónleysari støðu. Óvissan er støðug og tyngjandi, og stríðið fyri at fáa hjálp tyngir gernadisdagin hjá henni og restina av familjuni.

Nú eru fýra dagar til skúlin byrjar aftur, men stuðulsfólkið hjá soninum, sum nú skal byrja í 6. flokki, er enn einaferð sagt úr starvi, og nú veit Hannvør hvørki út ella inn.

? John er farin at spyrja meg, um hann sleppur í skúla mánadagin, og eg veit ikki, hvat eg skal svara honum. Hann er enn ongantíð sloppin í skúla til tíðina, tí vit hava ongantíð fingið nakra varandi loysn við stuðulsfólki, greiðir Hannvør frá.

John Heri klárar at fylgja undirvísingini í skúlanum, og mamman er sera fegin um tað stóru hjálp, sum hann fær frá leiðsluni og lærarunum í skúlanum. Hann er tó kropsliga so illa fyri, at hann má hava onkran at hjálpa sær, meðan hann er í skúla, og tað er hetta stuðulsfólkið, sum mamma hansara má stríðast fyri fleiri ferðir um árið.

? Vit hava ongantíð fingið nakra varandi loysn. Tað eru altíð tríggir mánaðir fram og so veit eingin, um tað kann halda fram. Hetta er ein ótolandi støða, sigur Hannvør.


Skelkur

Í 1997 flutti Hannvør og familjan aftur til Føroya at búgva, og tað var byrjanin til truplu støðuna.

? Í Danmark var ongantíð nakar sum helst trupulleiki. John gekk í skúla og fekk neyðugu viðgerðina og venjingina. Tað komu enntá sosialráðgevarar av sínum eintingum at vitja okkum fyri at vita, um tað ikki var okkurt, sum kundi betrast, greiðir Hannvør frá.

Tað var tí ein veruligur skelkur hjá Hannvør at flyta heim og kenna á sær, at støðan í føroyska almannaverkinum er ein heilt onnur.

? Fyrsta árið gekk væl, tí tá var tað barnaverndin í Klaksvík sum syrgdi fyri, at vit fingu stuðulsfólk. Men eftir at Almannastovan síðani tók yvir og skuldi syrgja fyri eini varandi loysn, hevur støðan verið út av lagi, sigur Hannvør.

? Eingin ivast í, at John skal hava stuðulsfólk, men tað er altíð ein trupulleiki at finna pengar og vita, hvør tað er sum skal gjalda. Eg verði send runt í systeminum og skal stríðast fyri hvørjum smátingi.

? Fólk lova altíð at hjálpa og fáa tingini upp á pláss, men tað ber ongantíð til at fáa nakað at vita, og loysninar eru altíð fyribils. Stuðulsfólkið hjá John verður uppsagt fleiri ferðir um árið, og so er tað sama søgan umaftur. Eg skal ringja runt og greiða frá og royna at fáa stuðulin aftur. Tað er veruliga eitt endaleyst stríð, sigur Hannvør.


Brævið kom ikki fram

Tá John Heri fór í summarfrí fekk Hannvør at vita, at eingir trupulleikar skuldu verða, tá John Heri skuldi aftur í skúla, tí nú skuldi barnaverndin aftur syrgja fyri stuðulsfólki.

? Eg haldi ikki, at barnaverndin hevur nakað at gera uppi í hesum máli, men eg taki til takkar við allari hjálp, eg kann fáa, og tí fegnaðist eg um, at alt fór at verða í lagi aftur, sigur Hannvør.

Men soleiðs skuldi ikki verða. Fyri tveimum vikum síðani fekk hon frænir av, at alt var ikki, sum tað skuldi verða.

? Eg ringdi á Almannastovuna fyri at fregnast og har fekk eg at vita, at John hevði einki stuðulsfólk fingið. Barnaverndin hevði sagt nei til at hjálpa. Tað besta av øllum var, at brævið við noktandi svarinum hevði ligið á Almannastovuni í fleiri vikur, og hevði eg ikki ringt tá, so eg hevði eg ivaleyst framvegis hildið, at alt var í lagi, greiðir Hannvør frá.


Kukk í systeminum

Nú eru bara fáir dagar til John Heri skal byrja í 6. flokki, og støðan er sum hon plagar at vera. Hvørki hann ella mamman vita, um hann kann byrja mánadagin, og verður tað sum vanligt, so kann hann ikki byrja tá.

? John Heri hevur fyrr roynt at koma ov seint í skúla og at verða burtur í vikur, tí stuðulsfólkið hjá honum er uppsagt. Tað er keðiligt hjá honum, hóast hann hevur lætt lyndi og dugir at skemta við tí, greiðir mamman frá.

? Einu ferðina var hann tvær vikur ov seinur í skúla eftir summarferiuna, og tá spurdi lærarin, hvar í allari víðu verð hann hevði verið. Tað er kukk í systeminum, svaraði John bara.

? Og ja, tað er veruliga kukk í systeminum. Umframt at hava ein spastiskan drong, eitt heim og eina familju at taka mær av, skal eg eisini í tíð og ótíð stríðast við almannaverkið, sum ikki klárar at veita eina virðiliga tænastu til okkum. Eg eri fullkomiliga í villareiði av hesi støðu, og tað er einki, sum bendir á, at støðan fer at batna, sigur Hannvør.

Seinasta vónin hjá Hannvør er nú, at barnaverndin tekur eina aðra støðu og vil gjalda fyri eitt stuðulsfólk, so John Heri kann fara aftur í skúla, har hann trívist so væl.

? Men eg kenni gongdina. Stuðulsfólkið verður sagt upp fleiri ferðir um árið, og so skal eg aftur stríðast. Tað er óskiljandi, at nakar tímir at verða stuðulsfólk, tá viðurskiftini eru so vánalig.

Stuðulsfólkini kunnu altíð finna sær annað arbeiði, men mamman kann ikki siga upp. Hon verður noydd at halda fram við stríðnum fyri sonin, sum so fegin vil ganga í skúla og sum altíð er í góðum lag, hóast tey stundum vita hvørki út ella inn.