Fiskasølan bjóðar av

?Eins og nógv fiskavirki eru farin at selja fiskin sjálvi, er tað eisini neyðugt hjá Fiskasøluni, at fara undir at virka fisk, sigur Hans Johannus á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni

 

Fiskivinna


Fiskasølan ætlar ikki at sita hendur í favn ímeðan hon missur alt meiri og meiri fisk. Seinastu árini hevur gongdin verið tann, at tey, sum framleiða fisk, í størri og størri mun eisini selja hann sjálvi. Eitt nú hava stór fiskavirki, sum t.d. Kósin í Klaksvík, og ikki at gloyma Føroya Fiskavirking, sína egnu søludeild.

Hetta hevur gjørt, at Fiskasølan alsamt hevur mist meiri og meiri hesi seinastu árini.

Men nú bjóðar Fiskasølan av.

Eins og fleiri framleiðsluvirki eru farin at selja fiskin sjálvi, er Fiskasølan nú farin undir at framleiða fisk.

? Eg haldi, at tað er neyðugt fyri okkum sjálvi, at vit eisini blanda okkum upp í framleiðsluliðið, sigur Hans Johannus á Brúgv, fiskasølustjóri.

Hann sigur, at arbeiðið at virka fisk og arbeiðið at selja fisk hava verið skilt sundur í Føroyum, men hesi seinastu árini er farið at renna saman ímillum hesi bæði økini, so at fleiri og fleiri fiskavirki eisini hava fingið sínar egnu søludeildir, sum selja tær vørur, virkini virka.

?Tí er tað eisini neyðugt fyri okkum, at tað eisini gongur hinvegin, so at vit, sum selja fisk, eisini fara undir at virka fisk, fyri á tann hátt at tryggja okkum vørur at selja. Tá ið fiskavirkini hava sínar egnu søludeild, er tað ikki annað enn ein natúrlig gongd, at tað eisini gongur hinvegin, so at vit fáa okkara egnu framleiðsludeildir, at sigur stjórin.


Fyrsta royndin í Hvalba

Fiskasølan er longu farin undir fyrstu royndina sum beinleiðis fiskaframleiðari.

Tað hendi, tá ið Fiskasølan herfyri leigaði flakavirkið í Hvalba, sum var farið í gjaldssteðg og annars skuldi halda uppat.

Men, nú Fiskasølan hevur leigað virkið, er arbeiðið tryggjað í hvussu so er fyribils.

?Hetta er fyrstu ferð, at vit fara beinleiðs uppí tað at virka fisk og vit taka hetta sum eina roynd, sigur Hans Johannus á Brúgv.

Annars eigur Fiskasølan hevur Fiskasølan áður sett pening í framleiðslugøgn av ymsum slagi, eitt nú í onkran rækjubátum og okkurt alivirki, og onnur, so hóast alt, er virksemið hjá Fiskasøluni eitt sindur spjatt.

Men nú hon hevur leigað virkið í Hvalba, er hetta fyrstu ferð, at hon roynir seg sum beinleiðis fiskaframleiðara.

Men hann leggur afturat, at vit kunnu saktans hugsað okkum eina gongd framyvir, har Fiskasølan í størri og størri mun beinleiðis virkar fisk til at selja.

? Tað haldi eg, verður neyðugt, leggur hann afturat

Fyribils eru tey á Fiskasøluni nøgd við gongdina í Hvalba síðani tey leigaðu virkið. Heilt fitt at arbeiði er og virksemið kastar pening av sær.

Men stjórin dylir ikki fyri, at fiskaarbeiði er óroynt land hjá Fiskasøluni og tí er ætlanin at fara varisliga fram.

?Vit eru farin uppí í Hvalba at læra og enn er ringt at siga, hvat tað fer at føra til, sigur stjórin.

Enn veit hann tí onki um, um Fiskasølan fer at halda fram í Hvalba, antin við at keypa virkið, ella við at leiga tað framhaldandi, tá ið búgvið er gjørt upp, ella virkið verður endurreist onkusvegna.

Enn hevur Fiskasølan heldur ongar aðrar ætlanir um at fara undir fiskaarbeiði aðrastaðni.