Leygardagin fór lítla seglskipið Fyne Spirit úr Klaksvík, har tað lá í meira enn tvær vikur, eftir at skipið hevði fingið skaða í illveðri í ein útnyðring úr Føroyum.
Graham og Anne Evans, sum sigla við skipinum, vóru á veg úr Íslandi og heim til Onglands, tá tey komu í ringt veður einar 100 fjórðingar úr Føroyum.
Báðir bummarnir til seglini brotnaðu, og so noyddust tey at fylgja rákinum og endaðu í Klaksvík, har tey eisini vóru, áðrenn leiðin varð løgd til Íslands.
Tey noyddust at bíða eftir, at bummarnir skuldu koma til Føroya, og tað tók nakað av tíð.
Bummarnir
Leygardagin komu teir serligu bummarnir úr Onglandi við farmaskipi, og tá bummarnir vóru komnir upp, legði Fyne Spirit úr Klaksvík.
Graham og Anne Evans leggja nú leiðini heim til Plymouth, har tey fara at arbeiða í nakrar mánaðir, áðrenn tey leggja leiðina suðureftir.
Ætlanin var á ferðini norðureftir eisini at vitja Noreg, men tann parturin av ferðin er sligin av.
Fyri framman er ein long ferð til Falklandsoyggjarnar, New Zealand, Suðurafrika og onnur lond. Á ferðini ætla tey bæði at steðga á fyri at arbeiða.