vit kenna í Vágum og í Norðoyggjum? At tosa um at seta »Norrönu« í suðuroyarsigling er ørvitistos. Hvussu skulu bilar og farmur fáast í land, tá ikki er leggjandi at á Drelnesi? Hvør skal gjalda fyri leiguna [...] Hetta hevur ført til stóra ónøgd. Onkur hevur kravt at fáa »Norrönu« í suðuroyarsigling, og tað seinasta, sum er komið fram er, at Tvøroyrar býráð ætlar at sýta »Dúgvuni« atløgupláss, sum um tað ikki eru aðrar [...] leiguna, sum ikki verður bílig? Kanska við at tvífalda ferðaseðlaprísirnar? Nei, lat okkum fáa bæði beinini niður aftur á jørðina og ikki liva og láta sum um vit enn eru í 80-unum. Hava vit als einki lært
Birthu Weiss at verða formann. Stjórnarkabaln skal ganga upp Poul Jensen, løgfrøðingur í Fólkatinginum, sigur við Sosialin, at formanssessrin í Fólkatinginum ofta verður nýttur, til tess at fáa stjórnarkabaluna [...] stjórnini og Birthe Weiss, at hon verður vald til formann í Fólkatinginum. Lutakast um Jóannes ikki atkvøður Tá vit tosaðu við Fólkatingið í gjár, vistu tey har at siga, at Óli Breckmann hevði sagt seg [...] seg atkvøða fyri Ivan Hansen, men eisini, at Jóannes Eidesgaard vildi atkvøða fyri Birthe Weiss. Nú hevur Jóannes Eidesgaard sagt, at hann ikki fer at atkvøða, og so verður helst lutakast um, hvør skal hava
reglugerðini. Vit høvdu okkara hugsan um, hvussu ein slík broyting kundi gerast, men fingu at vita á fundinum, at ein arbeiðsbólkur varð settur í Tinganesi at endurskoða reglugerðina, sigur Magnus Fuglø [...] vóru ónøgd við at løgmaður útskrivaði val, so eru taxa- bilførarar ikki millum teirra. Orsøkin er, at eitt uppskot um lógarbroyting í hýruvognsreglugerðini varð lagt niðan í tingið, uttan at felagið hjá [...] ógvuliga harmir um, sigur Magnus Fuglø. So vítt vit duga at síggja, so hevur arbeiðsbólkurin als ikki megnað at evna reglugerðina soleiðis til, at báðir partar kunnu góðtaka hana. Bólkurin er farin um
ilt við at ført neyvt prógv fyri, at teir hava mist pening. Men eisini kunnu útlitini til, at føra eina rættarsak, sum kanska varir í vey, trý ár, gera sítt til, at arbeiðsgevarar aftra seg við at leggja [...] sær, at arbeiðsgevarar nógv oftari fara at leggja sak. Og tá ið teir ikki skulu føra prógv fyri hvørjari krónu, teir hava mist pengar, kann hugsast, at teir nógv oftari eisini fara at royna at fáa pengar [...] arbeiðsrættur fer at fáa. Tekur sær bara av tulkingum Eftir skipanini, sum nú er, tekur gerðarrætturin sær bara av ósemjum um, hvussu sáttmálin skal tulkast. Sakførarin sigur, at hetta merkir, at gerðarrætturin
Úrslitið var, at aðalfundurin einmælt samtykti at átala framferðina hjá hesum lokalfelagnum. Somuleiðis varð samtykt at senda lokalfelagnum bræv, har tað varð gjørt greitt, at tað fór at fáa avleiðingar [...] segði, at tað ringasta var, at lokalfelagið, sum í hesum førum gekk ímóti FA, ongantíð setti seg í samband við meginfelagið at viðgerða støðuna. Heldur fór tað beint í fjølmiðlarnar at kunngera, at tað [...] afturat, at eitt tit nokta at fylgja eini avgerð hjá Føroya Arbeiðarafelag, fer tað at fáa avleiðingar. Hesi greiðu boð hevur eitt lokalfelag nú fingið frá Føroya Arbeiðarafelag. Forsøgan er, at táið Føroya
møguliga onnur, sum partarnir kunnu koma ásamt um - so fer Fíggingargrunnurin at liva upp til sína ábyrgd. Tað merkir, at vit fara at stevna Den Dansek Bank, sigur Knud Heinesen. Danske Bank kennir sjónarmiðini [...] ikki, um Danske Bank gongur við til at leingja fyrningarfreistina. Spurdur, hvussu leingi Fíggingargrunnurin vil lata Landsstýrið hava útspælið, sigur Knud Heinesen, at vónandi verður skjøtil settur á s [...] langt, at samráðingarnar ikki eru byrjaðar, tá fyrningarfreistin er úti, so vil Fíggingargrunnurin stevna Den Danske Bank, sigur Knud Heinesen, formaður í grunninum. Tað er einki loyndarmál, at løgmaður
Hóast at kalla øll tingfólk í størru flokkunum uttan tann vongurin í Sambandsflokkinum, sum stuðlar løgmanni, hava seinastu dagarnar havt á orði, at løgmaður eigur ikki at vera leiðari fyri samráðingunum [...] løgmaður fær donsku stjórnina at leingja fyrningarfreistina. Partamaðurin hjá Edmundi Joensen, Bjørn á Heygum, hevur beinleiðis sagt, at løgmaður er óútrokniligur. Kortini velur Bjørn at vera parlamentariskt [...] aftur meira av sporinum. Fyri mær er ongin ivi um, at vit føroyingar gerast veikari fyri hvønn dag sum gongur. Av somu orsøk haldi eg tað vera sera óheppið, at løgmaður skrivaði út nýval á tann hátt hann gjørdi
máli um, at nú er næsta ógjørligt at vinna meistaraskapið í ár. Brøndby er á odda við sjey stigum og tað er nógv at skula vinna aftur, tá 13 dystir eru eftir at spæla og hugsað verður um, hvussu sterkt [...] pengar at taka av, heldur Tom Behnke. FCK trýsti men Brøndby skoraði FCK-fólkini vistu øll, at teirra lið hevði ikki ráð at tapa dystin, tí so var teinurin upp til Brøndby vorðin so langur, at møguleikin [...] Thomas Thorninger, at hann er vandamikil, tá hann avloysti Toda eftir eina tíma, og tað lá í luftini, at hann fór at byrja inni móti Brøndby. Men aftur hesaferð mátti Thorninger finna seg í at sita á beinkinum
og so er tíð at gera upp. Hjá kvinnunum gjørdist tíðliga greitt, at kappingin hesaferð skuldi standa millum Mjølnir og TB. Fleyr, sum var meistari í fjør, hevði mist ov nógvar leikarar til at kunna gera [...] blandingurin millum teir gomlu royndu og teir yngru leikararnar, sum vísti seg at geva ávøkst. Klæmint hevur evnað sum fáur at fáa liðið at spæla støðugt, og tað hevur verið teirra sterkasta kort alt árið. Ikki [...] ÍF-liðnum ikki verið nóg hørð. B-liðið hjá ÍF flytir í lægri deild og tá er at vóna at tað fer at síggjast eftir á 1. liðið. Upp í meistaradeildina úr 1. deild kemur SÍ, sum hevur verið niðri og vent. Teir
tá vann Fleyr. Tað var tí væntandi, at Mjølnir fór at gera alt fyri at siga takk fyri seinast, men tað var hóast alt Fleyr, sum var omaná, tað fyrstu tíðina í hvussu er. Dysturin gjørdist drúgvur. Næstan [...] og annað eftir. Og tað var ikki sørt, at áskoðararnir í Klaksvík byrjaðu at bíta negl. Rættur spenningur kom í, tá Fleyr kom uppá 12-14 og nú byrjaðu nervarnir at spæla Mjølnir-spælarunum eitt puss. Fleyr [...] Av tí at Mjølnir vóru meistarar frammanundan, so stóð einki upp á spæl. Men tað er nú altíð stuttligari at enda kappingarárið við einum sigri og so serliga tá ein er vorðin meistari. Men kvinnudysturin