enda á happingini. Soleiðis hendi tað, sum hendi hjá mær. Eg var 14 ára gomul, og tað einasta, sum eg vildi, var, at eg ikki vaknaði hvønn morgun og sá, at tað var ein nýggjur dagur. Eg varð kedd av at síggja [...] ikki er tann sama sum tann, eg eri í dag. Eg eri komin til ta góðu niðurstøðu, at eg havi júst sama møguleika at fáa nakað burtur úr lívinum sum øll hini. Nú dugi eg at síggja hvønn dag sum eina nýggja byrjan [...] hent yvirhøvur? Ella liggur evnið onkrastaðni og verður vent í einum orðaskifti, ið hevur til endamáls, at onkur skal taka støðu til, um hetta er álvari ella ei? Eg kenni nógv ung, sum í seinastuni hava sagt
Í Danmark, eins og í øðrum londum, har læraratørvurin er sera stórur, verður tosað um, at fólk, sum longu hava onkrar ávísar útbúgvingar frammanundan, kunnu fáa tilboð um eitt ískoyti, sum gevur teimum [...] og pedagogar fyrsta árið. Hetta er leiðin, sum gingin verður nú í londunum uttan um okkum, og so seint sum í farnu viku fekk eg sendandi avrit av umsókn, sum danskur læraraskúli hevði sent myndugleikunum [...] ára læraraútbúgving. Rektarin á Føroya Læraraskúla heldur ikki, at hetta er ein skilagóð loysn - Útbúgvingin er í styttra lagi sum er, og her í Føroyum hava vit ikki tann trupulleikan, at okkum vantar umsøkjarar
borgarar, sum hava framt brotsverk. Tað er nakað, sum bæði Hægstirættur og nógvir av statunum gera uttan at blunka. TAÐ nýggja er tó, at hetta sokallaða siviliseraða landið, hetta landið, sum altíð er frammi [...] størsta óndskapin í heiminum. Sama USA umboðar ein annan óndskap, og hesin er at taka sínar egnu borgarar av døgum. Amnesty hevur gjørt dómadómin sum ein av sínum størstu fíggindum. Vit eiga at taka undir [...] er einki minni enn ein skamblettur fyri USA og fyri amerikanarar, at teir framhaldandi - nú vit nærkast ár 2000 - við statsins góðkenning, drepa sínar egnu borgarar. JAMEN siga tey, sum taka undir við hesum
uppá brúnna um Sandá latin upp. Tað, sum leyp í eyguni, var óvanliga stóri prísmunurin. Arbeiðið varð boðið út í innbodnari útbjóðing millum tær tríggjar fyritøkurnar, sum higartil hava verið inni í hesi áragomlu [...] lægsta tilboðið eigur J & K. Petersen, sum bjóðar sær til at gera arbeiðið fyri 59,8 milliónir. Allar upphæddirnar eru uttan meirvirðisgjald. Í tilboðnum liggur bara arbeiðið at gera sjálva brúnna, meðan [...] Samstundis sum politiska ynskið um at knýta Argir tættari og betri saman við restina av høvuðsstaðnum gerst alsamt størri, so tykist rokningin fyri arbeiðið at veksa samsvarandi. Rokningin fyri nýggja
og kapitalistisku hugsanini, sum fekk okkum í hesa støðuna. - Vit mugu burtur frá forbrúkaramentanini, sum sigur okkum, at alt verður betri, um vit bara keypa rætt; sum tosar um, at vit mugu atkvøða við [...] Og eg fari ongantíð, ongantíð, at keypa ein plastikkposa - eg fari altíð at minnast til berinetið, segði Tjóðhild Patursson. Tær loysnir og teir batar, ið tú sum einstaklingur kann áleggja tær sjálvum, [...] myndir av mínum plastikkposa út á sosialu miðlarnar og skriva #brøla. - Tí ábyrgdin liggur á okkara samfelagsskipanum - tær, sum okkara politikkarar settu frá stýri. Vit mugu krevja, at teir skipa okkara samfelag
ávegis, men Bakkafrost fekk so í 2014 at vita frá Vinnimálaráðnum, at ein lívfiskastøð var at meta sum eitt aliloyvi afturat og Bakkafrost sum felag var somikið stórt, at tað var ikki loyvt at útskriva eitt [...] var á sama stað, í mun til at hava tað á fleiri støðum sum Fiskaaling hevur tað í Skopun og við Áir. Tí vildi mann byggja hana í Skálavík, ið liggur út á sjógv og har gott pláss er. Skálavíkar kommuna var [...] um at byggja eina lívfiskastøð í Skálavík. Tað váttar stjórin, Regin Jacobsen, í samrøðu við in.fo. Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so ætlar Bakkafrost, at arbeiða fyri, at varðveita tað seinasti, ið eftir
fellir seinna umboðið til næsta flokk. Á listanum hjá Sambandsflokkinum er sum kunnugt bara eitt valevni. Tí kann í mesta lagi ein persónur umboða flokkin í býráðnum. Hypotetiski spurningurin, hvat hendir [...] stykki 3, at: » Er valevnislisti, ið eigur næsta lim, tømdur, verður hesin limur tikin av tí lista, sum liggur næstur í býtingartali. « Tá valið verður uppgjørt, so verður fyrst funnið fram til, hvussu nógv [...] flestum atkvøðum eigur annað umboðið og so framvegis. Fyrst valdur er tann persónurin, sum fær flestar atkvøður á listanum, sum fær flestar atkvøður. 11 býráðslimir eru í Klaksvíkar býráð. Niðanfyri síggja vit
bólturin fór skeivu megin stólpan. Tað sær ikki so ljóst út hjá ÍF, sum liggur tungt í sjónum. Gamli ÍF stríðsmaðurin og verjuskansin er nú ein av ÍF venjarunum. Hóast trivaliga tapið, so hevur hann ikki lagt [...] á og framvið B36 málinum. ÍF hevði tvær góðar støður, sum kundu borið mál við sær í fyrra hálvleiki. Fyrru ferðina var tað Jan Ó. Ellingsgaard, sum við handara stólpa var í góðari støðu, tá ið hann eftir [...] skorað sjey mál. -Eg spældi har, sum venjarin sigur, at eg skal spæla. Hesin sigurin er hugaligur, men vit iðra okkum um, at vit fyrr í ár hava søplað stig burtur, sum bera við sær, at vit ikki eru heilt
toran sló niður, og tvær kvinnur lótu lív á einum fjalli í Møre og Romsdal. Ein triðja kvinna fekk eisini stóran skaða, og hon liggur nú á sjúkrahúsi í Ålesund eftir hendingina. - Eg stillaði meg út á svalan [...] doyggja soleiðis. Borgarstjórin í Hareid, sum er í Møre og Romsdal, sigur við Dagbladet, at hann fekk at vita um syrgiligu hendingina stutt eftir vanlukkuna, sum í gjár kostaði kvinnunum lívið. - Hetta er [...] løgreglan hevði frætt um vanlukkuna, heittu tey á Tvitter á fólk, sum vóru farin til fjals, um at koma oman aftur úr fjøllunum. - Øll, sum eru farin fjallatúr í økinum, verða niðin um at koma oman aftur
Fyrst skulu vit vita, hvønn tørv feløgini hava, sigur Tórfinn Smith, sum heldur tað vera klókast at gera ítøkiligar íløgur so seint sum gjørligt til tess at sleppa undan at binda pening í óvirknar íløgur [...] virksemið hjá oljufeløgunum á hendan hátt fer at vera so tætt við Tórshavn. - Ein og hvør vinna vil virka har, ið best liggur fyri at vera. Ætlar tú tær t.d. at hava kiosk, so setir tú kioskina upp, har [...] - Okkar styrki fram um aðrar er, at samlaða tænastuútboðið er so stórt. Og vit fara at gera tað, sum stendur í okkara valdi at nøkta tørvin hjá oljufeløgum, um oljuvinnan verður veruleiki. Men vit renna