- Eitt skepilsi býr inni í mær, og skepilsið livir av ótta. Og eg óttist veðurlagsbroytingar.
Soleiðis byrjaði Tjóðhild Patursson, stjóri á Mat- og moldmentanarháskúlanum, røðu sína til veðurlagsverkfallið á Vaglinum í gjár.
- Tá eg hugsi nógv um veðurlagsbroytingar, so tekur skepilsið yvir kroppin. Onkuntíð tá skepilsið svevur, kenni eg meg vónríka og sterka. Og eg seti mær fyri, at nú skal eg gera alt tað, sum eg veit, at eg eigi, men eg ofta ikki megni.
- Tí tað er ikki so trupult. Frá NÙ av fari eg at planleggja alla matgerð, soleiðis at einki fer til spillis. Og eg fari at minnast til at sløkkja øll ljós í húsinum altíð. Og eg fari ongantíð, ongantíð, at keypa ein plastikkposa - eg fari altíð at minnast til berinetið, segði Tjóðhild Patursson.
Tær loysnir og teir batar, ið tú sum einstaklingur kann áleggja tær sjálvum, eru nógvar. Keypa í leysari vekt fyri at sleppa undan pakningi, ferðast minni, nýta fleiri endurnýtsluklæðir, brúka bókasavnið meira og internetið minni. Men lítið nyttar, segði Tjóðhild Patursson, tí fyrr ella seinni kemur okkurt upp ímillum, og tú endar við einum plastikkposa kortini, hóast tað ikki var meiningin.
- Nú er tíðin at taka ábyrgd. "Tak ábyrgd! Vit mugu taka ábyrgd!" Eg hoyri so ofta hesa vælmeinandi røddirnar, men eg haldi ikki, at tað er rætt.
Kapitalistiska skipanin skal bjóðast av
- Hetta er ikki mín individuella ábyrgd. Skulu vit klára tær avbjóðingarnar, ið eru fyri framman, mugu vit burtur frá individualistisku og kapitalistisku hugsanini, sum fekk okkum í hesa støðuna.
- Vit mugu burtur frá forbrúkaramentanini, sum sigur okkum, at alt verður betri, um vit bara keypa rætt; sum tosar um, at vit mugu atkvøða við okkara pengum. At tað ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at umleggja lív okkara í einum og øllum. Ja, so fara flestu okkara annað hvørt at miseydnast ella at lata vera.
Sostatt eru tað landsins myndugleikar, ið skulu taka kampin upp við verðurlagsbroytingarnar, og einstaklingurin skal ikki hava ringa samvitsku av teimum smálutunum, ið ikki eydnast teimum.
- Eg fari ikki at lata skrímslið í búkinum eta meg upp innanífrá í skomm fyri ikki at taka ábyrgd. Eg fari at sleppa skrímslinum leysum og rópa hart um støðuna. Eg fari at brøla og at dokumentera støðuna. Eg fari at fortelja tað fyri øllum. Eg fari at leggja myndir av mínum plastikkposa út á sosialu miðlarnar og skriva #brøla.
- Tí ábyrgdin liggur á okkara samfelagsskipanum - tær, sum okkara politikkarar settu frá stýri. Vit mugu krevja, at teir skipa okkara samfelag soleiðis, at tað rætta valið altíð verður tað lætta valið, segði Tjóðhild Patursson.