15 milliónir dýrari

Rokningin fyri nýggja vegasambandið millum Havnina og Argir kemur upp á 70 milliónir krónur

Samstundis sum politiska ynskið um at knýta Argir tættari og betri saman við restina av høvuðsstaðnum gerst alsamt størri, so tykist rokningin fyri arbeiðið at veksa samsvarandi. Rokningin fyri nýggja vegasambandið millum Havnina og Argir kemur upp á 70 milliónir krónur.

 

Seinnapartin fríggjadagin fyri hvítusunnu vórðu tilboðini uppá brúnna um Sandá latin upp. Tað, sum leyp í eyguni, var óvanliga stóri prísmunurin.

 

Arbeiðið varð boðið út í innbodnari útbjóðing millum tær tríggjar fyritøkurnar, sum higartil hava verið inni í hesi áragomlu verkætlan. TG-Verk bjóðar sær til at gera brúnna fyri 83,5 milliónir. Articon bjóðar sær til at gera brúnna fyri 74,5 milliónir, og nógv tað lægsta tilboðið eigur J & K. Petersen, sum bjóðar sær til at gera arbeiðið fyri 59,8 milliónir. Allar upphæddirnar eru uttan meirvirðisgjald.

 

Í tilboðnum liggur bara arbeiðið at gera sjálva brúnna, meðan rundkoyringarnar báðumegin koma afturat. Í februar skrivaði Tórshavnar Kommuna undir sáttmála við sp/f Andrias Berg, sum ger báðar rundkoyringarnar og tilhoyrandi íbindingar báðumegin brúnna fyri tilsamans 9,7 milliónir krónur. Tí er greitt, at nýggja vegasambandið millum Havnina og Argir fer at kosta 70 milliónir krónur.

 

Sum tann einasta av teimum trimum fyritøkunum hevur J&K Petersen eitt tilboð, ið kann sigast at minna um fyrru útbjóðing, ið var á heysti í 2012. Ta ferðina bjóðaði J&K Petersen sær til at gera alt arbeiðið, íroknað rundkoyringar, fyri 60,8 milliónir krónur. Tilboðið hjá TG Verk var 57,4 milliónir, umframt eitt alternativt tilboð á 52,7 milliónir. Triðja fyritøkan, Articon, bjóðaði sær til at gera alt arbeiðið fyri 54,7 milliónir.

 

Í oktober 2012 kundi Tórshavnar Kommuna fáa nýtt vegasamband um Sandá fyri 55 milliónir krónur. Møguliga bíligari, um tikið var av alternativa tilboðnum frá TG Verk. Í dag er greitt, at rokningin fyri sama vegastrekki verður 70 milliónir krónur. Samstundis er greitt, at neyðugu pengarnir eru ikki settir av á íløguætlanini.

 

– Nei, vit mugu bara staðfesta, at vit nú mugu út og finna pengarnar, ásannar Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráð.

 

Á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2014 eru fimm milliónir krónur settar av til brúnna um Sandá. Tær koma afturat teimum 33 milliónunum, ið vóru settar av í fjør og seks milliónunu í 2012. Tær tilsamans 44 milliónirnar røkka tí bara til stívliga tveir triðingar av rokningini. Og ikki ein króna er sett av á langtíðar íløgujáttanini fyri 2015.

 

Les eisini:

 

Stein Olvur ovfarin av prísmuni


Brúgvin um Sandá: Stórur munur á tilboðunum