Tveir flokkar við læraralesandi

Lagt er upp fyri at tálma vaksandi tørvinum á lærarum. Í summar byrja tveir flokkar við læraralesandi á Føroya Læraraskúla

FÓLKASKÚLIN
Í summar verða tveir flokkar við læraralesandi tiknir inn á Føroya Læraraskúla. Løgtingsfíggjarlógin leggur upp til hetta, og Óli Holm, landsstýrismaður í mentamálum, váttar, at so verður. Hetta er aðru ferð í søgu skúlans, at tveir flokkar av nýggjum læraralesandi verða tiknir inn í senn. Orsøkin nú eins og tá er, at stórur tørvur er á útbúnum lærarum í føroyska fólkaskúlanum. Í dag er 10. hvør lærari í fólkaskúlanum ikki útbúgvin lærari, og útlit eru til, at hesi verða fleiri í framtíðini, um ikki okkurt munadygt verður gjørt.
Tað fer ikki at standa á at fylla tveir flokkar við lesandi. Vanliga liggur umsøkjaratalið til læraraútbúgvingina um tey hundrað.
Nógvir mátar eru ivaleyst at tálma stóra læraratørvinum. Forkvinnan í Føroya Lærarafelag hevur skotið upp, at lærarar, ið starvast í fólkaskúlanum taka á seg nakrar eyka undirvísingartímar, heldur enn at taka óútbúnar lærarar inn. Eisini í Danmark er stórt læraratrot, og Danska Kenslumálaráðið hevur í eini roynd at tálma tørvinum skjótari, skotið upp at gera eina tvey ára læraraútbúgving.
Rektarin á Føroya Læraraskúla heldur ikki, at hetta er ein skilagóð loysn
- Útbúgvingin er í styttra lagi sum er, og her í Føroyum hava vit ikki tann trupulleikan, at okkum vantar umsøkjarar, ei heldur, at nógv gevast við útbúgvingini. Føroyskir lærarar eru eisini drúgvari í starvi, enn lærarar í londunum uttan um okkum. Í Danmark, eins og í øðrum londum, har læraratørvurin er sera stórur, verður tosað um, at fólk, sum longu hava onkrar ávísar útbúgvingar frammanundan, kunnu fáa tilboð um eitt ískoyti, sum gevur teimum formligan førleika til starv í fólkaskúlanum. Tað leikar ikki so á hjá okkum, at neyðugt er enn við tílíkum "neyð"loysnum, men okkum tørvar reglur, sum áseta, hvat ið fólk við øðrum útbúgvingum frammanundan kunnu fáa góðtikið sum part av eini læraraútbúgving, og tí sleppa undan, velja tey at taka læraraprógv á Læraraskúlanum, sigur Pauli Nielsen.

Samlestur
Er tørvurin stórur á lærarum, er hann nógv størri á pedagogum.
- Læraraskúlin hevur leingi gjørt vart við, at stórur tørvur er á pedagogum, og at tørvurin er alsamt vaksandi, men tað tykist at vera trupult at fáa ljóð fyri hesum.Tað átti at verið gjørt eitthvørt í bræði, og sjálvur haldi eg, at vit vístu leið, tá ið vit fyri næstan tíggju árum síðani høvdu eina roynd við samlestri millum lærarar og pedagogar fyrsta árið. Hetta er leiðin, sum gingin verður nú í londunum uttan um okkum, og so seint sum í farnu viku fekk eg sendandi avrit av umsókn, sum danskur læraraskúli hevði sent myndugleikunum har um samlestur.
- Eg kundi tí hugsað mær, at vit í framtíðini fara at hava nógv tættari samband millum ymiskar læraraútbúgvingar, og tað hevði verið spennandi, um vit megnaðu at gera sumt av hesum í samvinnu við Fróðskaparsetrið, sigur Pauli Nielsen.
Til pedagogútbúgvingina eru vanliga um hálv annað hundrað umsóknir. Í dag fáa 23 pedagogar prógv á Pedagogskúlanum.

Fá høli
Hølisviðurskiftini á Føroya Læraraskúla eru als ikki nøktandi til virksemið har.
- Hyggja vit eitt sindur fram í tíðina, eigur læraraskúlin at hava dupult so nógv lesandi sum nú á báðum verandi útbúgvingum. Tað merkir, at vit helst skuldu verið 400 lesandi á Læraraskúlanum um 5 ár. Harumframt kemur annað virksemi, og serliga eftirútbúgving innan alt pedagogiska økið. Ein stórur bági fyri hesi menning eru hølisviðurskiftini. Ábøtur tykjast vera á veg. Eitt sindur av peningi er játtaður í hesum fíggjarárinum, men okkurt munagottt má gerast, skal skúlin hýsa øllum tí virksemi, sum átti at verið her um stutta tíð, sigur Pauli Nielsen, rektari.