Bartal vil ikki leggja kongin

Hóast hann ikki longur er miðframherji, so er tað Sebastian Pingel, sum skoraði flest mál hjá B36

Tað var ikki so hugaligt hjá fuglfirðingum at hyggja á máltalvuna, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð á ovara vølli í Gundadali. Máltalvan vísti 5-0 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki.

 

B36 hevði 13 royndir á og framvið ÍF málinum, og fuglfirðingar høvdu fýra royndir á og framvið B36 málinum.

 

ÍF hevði tvær góðar støður, sum kundu borið mál við sær í fyrra hálvleiki. Fyrru ferðina var tað Jan Ó. Ellingsgaard, sum við handara stólpa var í góðari støðu, tá ið hann eftir framlegging úr høgru og við handara stólpa royndi seg við stútara, men Mattias Lamhauge bjargaði, og í seinna førinum var tað eftir horna úr høgru, at Bogi Reinert Petersen royndi seg, men bólturin fór skeivu megin stólpan.

 

Tað sær ikki so ljóst út hjá ÍF, sum liggur tungt í sjónum. Gamli ÍF stríðsmaðurin og verjuskansin er nú ein av ÍF venjarunum. Hóast trivaliga tapið, so hevur hann ikki lagt kongin:

 

-Vit hava framvegis møguleika at bjarga okkum plássið í bestu deildini, og vit arbeiða fyri, at tann møguleikin skal gerast til veruleika. Tað verður nógv tosað um, at vit ikki hava Uros Stojanov á okkara liði. Hann hevði verið góður at havt, men tað nyttar ikki at hava fokus á tí. Vit arbeiða við at finna aðrar loysnir, og tað hevur avgerandi týdning, at vit sjálvir rokna við møguleikanum, at tað skal bera til, sigur Bartal Eliasen.

 

Sebastian Pingel plagdi at vera fremsti maður hjá B36. Síðani Uros Stojanov flutti úr ÍF og til B36, hevur hann verið fremsti maður, meðan Sebastian Pingel er fluttur í høgra borð. Í dag skoraði Sebastian Pingel tvey mál – hann setti hol á, og í 90. minutti økti hann til 4-0 – og hann hevur nú skorað sjey mál.

 

-Eg spældi har, sum venjarin sigur, at eg skal spæla. Hesin sigurin er hugaligur, men vit iðra okkum um, at vit fyrr í ár hava søplað stig burtur, sum bera við sær, at vit ikki eru heilt frammi í toppinum, sigur Sebastian Pingel.

 

Hannes Agnarsson varð skiftur inn, tá ið Andrass Johansen eftir hálvan tíma noyddist skaddur av vøllinum, og hann takkaði fyri, tá ið hann fimm minuttir eftir innskiftingina skoraði til 2-0. Bjarni C. Nielsen legði upp til 2-0 málið, og hann økti fýra minuttir eftir steðgin um munin til 3-0. Tá átti Benjamin Heinesen uppleggið.

 

Eftir at Sebastian Pingel í 90. minutti hevði økt um munin til 4-0, var tað Martin Agnarsson, sum staðfesti rimmar 5-0 sigurin. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter.