Annar flokkur kann fáa sess frá Sambandinum

Um Sambandsflokkurin í Klaksvík fær tveir sessir valdar í býráðið, so fellir seinna umboðið til næsta flokk.

 

Á listanum hjá Sambandsflokkinum er sum kunnugt bara eitt valevni. Tí kann í mesta lagi ein persónur umboða flokkin í býráðnum.

 

Hypotetiski spurningurin, hvat hendir, um hann verður valdur, og um honum berst frá, eitt nú tí at hann flytir kommunu ella leggur frá sær – ella um tvey verða vald?

 

Har sigur kommunulógin greitt í grein 19, stykki 3, at: »Er valevnislisti, ið eigur næsta lim, tømdur, verður hesin limur tikin av tí lista, sum liggur næstur í býtingartali.«

 

Tá valið verður uppgjørt, so verður fyrst funnið fram til, hvussu nógv verða vald á hvørjum lista við at býta atkvøðutalið við 1, 2, 3, o.s.fr. Listin við flestum atkvøðum eigur fyrsta umboðið, listin við næst flestum atkvøðum eigur annað umboðið og so framvegis. Fyrst valdur er tann persónurin, sum fær flestar atkvøður á listanum, sum fær flestar atkvøður.

 

11 býráðslimir eru í Klaksvíkar býráð. Niðanfyri síggja vit valúrslitið frá seinasta býráðsvali í Klaksvík. Reyðu tølini vísa, hvat nummar av teimum 11, flokkurin fær:

 

 

Fólkaflokkrin

Sambandsfl.

 

Javnaðarfl.

 

Sjálvstýrisfl.

 

Tjóðveldi

 

1

1.104,0

1

215,0

13

440,0

5

522,0

4

702,0

2

2

552,0

3

107,5

 

220,0

12

261,0

9

351,0

7

3

368,0

6

71,7

 

146,7

 

174,0

 

234,0

10

4

276,0

8

53,8

 

110,0

 

130,5

 

175,5

 

5

220,8

11

43,0

 

88,0

 

104,4

 

140,4

 

 

Býtið var soleiðis:

 

1. umboð: Fólkaflokkurin

2. umboð: Tjóðveldi

3. umboð: Fólkaflokkurin

4. umboð: Sjálvstýrisflokkurin

5. umboð: Javnaðarflokkurin

6. umboð: Fólkaflokkurin

7. umboð: Tjóðveldi

8. umboð: Fólkaflokkurin

9. umboð: Sjálvstýrisflokkurin

10. umboð: Tjóðveldi

11. umboð: Fólkaflokkurin

 

11 býráðslimir eru í Klaksvíkar býráð. Tí var býtið seinast hetta:

 

Fólkaflokkurin: 5 limir

Sambandsflokkurin: 0 limir

Javnaðarflokkurin: 1 lim

Sjálvstýrisflokkurin: 2 limir

Tjóðveldi: 3 limir

 

Vit síggja, at um Javnaðarflokkurin hevði tvær atvkøðu meira, so fekk Javnaðarflokkurin tveir limir og Fólkaflokkurin fýra. Tá atkvøðutalið hjá Fólkaflokkinum verður býtt við 5 gevur tað 220,8. Talið hjá Javnaðarflokkinum býtt við 2 gevur 220. Hevði Sambandsflokkurin fingið seks atkvøður fleiri, so hevði Sambandsflokkurin fingið 11. umboðið.

 

Um vit nú ímyndaðu okkum, at Fólkaflokkurin bara hevði fýra valevni seinast, so hevði fimta umboðið hjá Fólkaflokkinum fallið til Javnaðarflokkin. Tað verður tað, sum hendir, um Sambandsflokkurin skuldi fingið tvey umboð vald, hóast flokkurin bara hevur eitt valevni. Ella um flokkurin fær eitt valevni valt, sum síðani av onkrar orsøk fer frá.