yvir, at teir eru stak væl nøgdir við venjaran, sum teir rokna við er førur fyri at lyfta Molde so mikið høgt, at liðið hvørt ár verður við í onkrari av europeisku kappingunum. Venjarin ásannar, at tað var [...] eina viku. Í Noregi eru grasvallirnir ikki so mikið góðir hesa ársins tíðina, at tað ber til at venja á teimum. Tí er tað, at Molde liðið er farið til Danmarkar, har teir komandi dagarnar skulu venja á grasi [...] tá teir í síðsta umfarinum í fjør mistu rættin til at spæla Europa Cup. Gunde Bengtsson sigur seg avgjørt rokna við, at vánirnar eru góðar fyri, at tað skal gangast uppaftur betri í ár, enn tað gjørdi
sigrarnar hjá hesum báðum manningunum er, at munurin aftur til næstu bátarnar hesa ferð var lítil. Tí eigur tað ikki at vera óhugsandi, at tað í næstu kappingunum fer at vera sera stórur spenningur í hesum [...] umborð á Sílinum og kvinnurnar umborð á Jarnbardi vunnu so sannførandi, at tað eftir tvær tær fyrstu kappingarnar er ilt at ímynda sær, at hesar manningarnar skulu verða hóttar seinni í summar. Eysturoyingurin [...] dreingjum, var best. Ofta hevur tað víst seg, at tá manning úr øki, sum annars ikki hevur staðið seg væl, hevur megnað at stinga seg framum, so hevur tað havt við sær, at áhugin fyri kappróðri yvirhøvur í økinum
Teir gomlu plagdu at siga, at tá ið tað fer at myrkja aftur á náttini, t.v.s. eftir 21. juni, er besta tíðin til góðveður á summarinum umliðin. Tað óstøðuga veðrið kemur, tá ið tað fer at myrkja aftur á náttini [...] flestu, at summarið nyttar einki; tað er bara regn og mørki. Helst seta mong sær ov stórar vónir til summarið, og tá ið tað so ikki hildnast, sum vit vilja hava tað at gera, hava vit ilt við at síggja tær [...] kunnu vit siga. Flestu vilja hava, at summarið er so langt, sum Várharra nú einaferð loyvir tí at vera. Roynist summarið ikki til veður, kunnu vit ugga okkum við, at vit hava nógvar góðar løtur um vetrarnar
tað varð ikki roknað við, at hann skuldi vera so eyðsýndur í ár. Í fyrraárið og í fjør spældi Jan við B68. Tá hann í fjør takkaði fyri seg á Toftum, segði hann, at ætlanin var at trappa niður við fótbóltinum [...] m? ? Nei, tað eri eg ikki, men eg havi góðan hug at spæla, og higartil í ár eri eg sloppin undan skaðum. Tað hevur sera nógv at siga. Men tú ætlaði at hugna tær í 2. deild hjá HB? ? Púra rætt. Men áðrenn [...] trýsti okkum, og tað var torført at venja seg at spæla á grasi, og vindurin órógvaði. Vit vóru hepnir, tí B68 rakti tríggjar ferðir í stólpan, men so skal leggjast afturat, at útjavnandi málið hjá Andrew av
ætlanin er at innrætta ein rímiliga stóran sal har, sigur David Johannesen. Klárt er at fara undir at smíða, sigur hann. Hetta rúmið kann so brúkast til mangt og hvat, sum hevur við kirkjuligt arbeiði at gera [...] Umframt at kirkjan verður málað innan, skal hon eisini málast uttan, sigur David Johannesen. Tað er ein góður mánaði síðan, at farið varð undir umvælingina av Miðvágs Kirkju, og prestur roknar við, at arbeiðið [...] Hon er vígd í 1952. David Johannesen sigur, at enn er eingin endalig avgerð tikin viðvíkjandi hátíðarhaldi í hesum sambandi, men hann sigur tó, at okkurt fer at verða gjørt burtur úr 50 ára degnum hjá Miðvágs
Selmar Nielsen. Hann hevur lagt dent á, at gera bygningin so einkultan sum gjørligt, soleiðis, at tað verður lætt hjá búfólkunum at fáa skil á. - Eg havi roynt at gera uppihaldsøkið so gott sum møguligt [...] eitt landsmál, men av tí at tørvurin er so mikið stórur, hevur kommunan valt at gera nakað við málið, sjálvt um eldraøkið er eitt landsmál, og hervið verður eisini prógvað, at kommunan vil fegin verða [...] Nólsoynni er gjørdur av glasi, og møguleiki er eisini at fara út á eina terassu, sum er hálvt dekkað, soleiðis, at sjálvt um veðrið er keðiligt, er ikki neyðugt at gerast vátur. Eisini er ítrivsrúm, og hvørt búfólki
miðbýnum hava tørv á nógvum parkeringsplássum eigur at verða spurt, hvussu myndugleikarnar hava hugsað sær at nøkta henda tørv. Er tað hugsanin, at Skálatrøðin skal gera tað? Verða so ætlanir um bygging [...] landsplanlegging, verður bygt út og manorerað við høgru hond uttan at vinstra veit av tí, tvs. at nýggj arbeiðspláss gerast veruleiki uttan at tann harí knýtti ferðsluspurningurin er loystur. Havnin verður [...] eitt nú er Kollafjørður vorðin partur av henni. Men tað tykist ikki sum um, at planleggjararnir sleppa at vera við til at seta út í kortið útviklingin. Ella sova teir? Her er økta virksemið kring Eystaru
Fyrsta uppfatan tú fekk av henni var, at hon var bersøgin og hevði sín heilt serliga hátt at siga og gera tingini uppá. Men tá tú lærdi hana at kenna, fanst tú útav, at hon var sera ósjálvsøkin. Hon hugsaði [...] Tað er óskiljandi at henda lívsterka, glaða og arbeiðssama kvinna ikki er ímillum okkum meira. Ja so óveruligt, at tað er sum um ein bert gongur og bíðar eftir til hon aftur trínur inn í handlinum í Niels [...] greitt svar. Tú kundi mangan undrast yvir alt íð hon kundi náa. At arbeiða í handli krevur nógv av einum, kortini so hevði hon stundir at venja hondbólt, verða um familjuna, skilja fisk við pápanum vesturi
velur at liva, ið ávirka tín egna atburð og gerandisdag. Og Carsten Sommerskov er sannførdur um, at tú kanst læra at hugsa positivt. Á skeiðunum, ið Carsten fer at halda á læraraskúlanum, fer hann at læra [...] á arbeiðsplássinum. Hvør menniskja eigur at taka ábyrgd av sínum egna lívi. Eingin annar ger tað fyri ein. Um tú heldur at tað eru onnur, ið hava skyldina av, at tú ert stressaður, manglar orku og hugsar [...] brúktur av fleiri donskum vinnulívsfyritøkum, ið ynskja at fáa glað og positivt hugsandi starvsfólk í øllum liðum. Og hann prógvar ferð eftir ferð, at hansara teorir og virkisháttur virkar. Og allir stovnar
tað fari eg so ikki at siga. Nú mugu vit eisini fyrst síggja, hvat Caymann hevur at bjóða uppá. Teir hava gjørt stór framstig seinnu árini, og sjálvt um eg rokni við, at vit eiga at kunna vinna teir, so [...] er so tað sama fyri øll liðini. Og at enda, so fekst Bárður eisini hóast alt at siga, at útlitini fyri hálvfinaluni nokk ikki vóru so galin, sum hann annars lætst at byrja við. - Tað skal í øllum førum [...] heitið, marathon-dystur, helt Bárður, at hetta nokk hevði verið ein av teimum betru dystunum hjá Føroyum. - Tað er sjálvandi altíð soleiðis, at tú tekur eitt sindur av tíð at koma ígongd, tá talan er um fyrsta