Jákup aftur í Danmark

Molde fór í fyrradagin á venjingarlegu í Farum, har teir seinnapartin í dag skulu spæla venjingardyst ímóti heimaliðnum

Jákup Mikkelsen hevur aftur fingið danskt gras undir fótbóltsskógvarnar. Í fyrradagin fór fótbóltsliðið hjá Molde til Danmarkar á venjingarlegu. Teir skulu halda til í Farum, og teir verða í Danmark í eina viku.
Í Noregi eru grasvallirnir ikki so mikið góðir hesa ársins tíðina, at tað ber til at venja á teimum. Tí er tað, at Molde liðið er farið til Danmarkar, har teir komandi dagarnar skulu venja á grasi í Farum. Seinnapartin í dag skal Molde spæla venjingardyst ímóti besta liðnum hjá Farum. Við øllum milliónunum, sum umstríddi borgarstjórin, Peter Brixtofte, hevur skaffað teimum, og við navnframu Poul Hansen og Christian Andersen við stýrisvølin stríðast teir fyri at vinna sær rættin til uppflyting í superliguna.
Seinni dysturin á Danmarkar ferðini verður spældur sunnudagin. Hann verður ímóti svenska Helsingborg. Um líkindini verða til tað, so fer hann at verða spældur í Helsingborg. Um tað ikki fer at bera til at spæla á grasi svensku megin Oyrasund, so verður dysturin spældur í Farum.
Jákup Mikkelsen er framvegis í støðugari kapping um plássið millum stólparnar á besta liðnum í Molde. Síðani vit seinast umrøddu føroyska felagið í norskum fótbólti, hava teir spælt tveir venjingardystir. Ímóti Ålesund spældu teir undir opnum himli og í vánaligum líkindum. Ta ferðina var Jákup Mikkelsen í málinum, og tað eydnaðist honum at halda tætt. Molde vann 1?0.
Dysturin ímóti Rosenborg varð spældur í innandura høll. Hann endaði 2?2, og ta ferðina var tað Eddie Gustafsson, sum vardi Molde málið.

Venjarin heldur fram
Í síðstu viku varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum Molde FK og Gunde Bengtsson, svenska venjaran, sum hevur verið í Molde í gott og væl eitt ár. Nýggja sáttmálaskeiðið er fram til ársenda í 2004. Í Molde fjala teir ikki yvir, at teir eru stak væl nøgdir við venjaran, sum teir rokna við er førur fyri at lyfta Molde so mikið høgt, at liðið hvørt ár verður við í onkrari av europeisku kappingunum.
Venjarin ásannar, at tað var eitt vónbrot, tá teir í síðsta umfarinum í fjør mistu rættin til at spæla Europa Cup. Gunde Bengtsson sigur seg avgjørt rokna við, at vánirnar eru góðar fyri, at tað skal gangast uppaftur betri í ár, enn tað gjørdi í fjør.
Molde venjarin er ikki hvør sum helst. Hann er 56 ára gamal, og hann hevur verið venjari hjá fleiri kendum feløgum. Millum hesi eru IFK Göteborg, Feyenoord og grikska Panathinaikos. Við Gunde Bengtsson við róðrið gjørdist IFK Göteborg svenskur meistari, og Panathinaikos vann steypakappingina, meðan núverandi Molde venjarin var í grikska felagnum. Krúnan í venjarastarvinum higartil var ivaleyst, tá IFK Göteborg í 1987 ? við Gunde Bengtsson sum venjara ? vann UEFA Cup kappingina.