Spulaðir um allan kroppin

Summar

Teir góðu og lýggju summardagarnir í Føroyum við brennandi sól eru ikki altíð so nógvir. Summi ár kunnu teir teljast á báðum hondum. Onnur ár hildnast betur. Er veðrið gott nakrar fylgjandi dagar, og vit síðan hava regn ella mjørka í tveir dagar, siga tey flestu, at summarið nyttar einki; tað er bara regn og mørki.
Helst seta mong sær ov stórar vónir til summarið, og tá ið tað so ikki hildnast, sum vit vilja hava tað at gera, hava vit ilt við at síggja tær góðu løturnar, sum hóast alt eru.
Vit plaga at siga, at skulu vit mála, so skal tað helst vera í mai ella so tíðliga um summarið sum gjørligt. Hetta er tó ikki altíð so. Mai mánaði í ár royndist ikki so væl til turrveður og sól, men í síðstu viku høvdu vit nakrar heilt góðar dagar, helst teir bestu á árinum.
Teir gomlu plagdu at siga, at tá ið tað fer at myrkja aftur á náttini, t.v.s. eftir 21. juni, er besta tíðin til góðveður á summarinum umliðin. Tað óstøðuga veðrið kemur, tá ið tað fer at myrkja aftur á náttini. Men hetta heldur ikki altíð, tíbetur kunnu vit siga. Flestu vilja hava, at summarið er so langt, sum Várharra nú einaferð loyvir tí at vera.
Roynist summarið ikki til veður, kunnu vit ugga okkum við, at vit hava nógvar góðar løtur um vetrarnar. Hvat er vakrari enn liggjandi góðveður í januar? Hugsa vit okkum um, eiga vit nógvar slíkar løtur, bæði um heystið, veturin og várið.


Spulibað

Ein av góðveðursdøgunum í síðstu viku duttu vit fram á nakrar dreingir, sum hugnaðu sær óført við eini spuluslangu.
Omanfyri bakaði sólin yvir beru dreingjakropparnar, men vatnið í slanguni var kalt. Tað sást, tí dreingirnir krympaðu bæði kropp og tær, tá ið slangan stóð beint á teir!
Mamman til tann eina av trimum, sum stóð fyri vatnstráluni, kom á staðið við myndatóli, og hon skjeyt upp at venda slanguni uppeftir og soleiðis stroyða vatnið niður yvir teir tríggjar, so vatnstrálan ikki virkaði so ógvuslig á beru kropparnar.
Hendan dagin spældu eisini onnur børn ?vatnkríggj?, men tá ið var myndatólið ikki í bilinum.
Hugsandi er, at vit fara at síggja fleiri slík ?vatnkrígg? í summar, nú onnur børn síggja, hvussu stuttligt hetta er. Hetta er vandaleyst spæl, men ein øðrvísi løta, sum børnini minnast leingi ? og kanska ein ?avvekslingur?til tann nógva fótbóltin, sum er í SvF í hesum døgum.