Í døgunum 13., 14. & 15. mai vitjaði kendi danski mentalvenjarin Carsten Sommerskov í Føroyum, har hann helt skeið í Klaksvík, í Fuglafirði og í Havn.
Hesi skeið vórðu sera væl móttikkin, og fulteknað var nærum á øllum støðum. Nú vitjar hann aftur í Føroyum, og heldur almenn skeið í Læraraskúlahøllini mikudagin 18. juni. Umframt hesi, heldur hann skeið fyri privatum vinnufyritøkum á túrinum.
Carsten Sommerskov er ein av kendastu undirvísarunum innan postivan hugsunnarhátt, samstarv og samskifti, ið danir eiga. Seinastu 20 árini hevur hann verið ein hin fremsti frálærari innan mentalvenjing, og verður brúktur av fleiri donskum vinnulívsfyritøkum, ið ynskja at fáa glað og positivt hugsandi starvsfólk í øllum liðum. Og hann prógvar ferð eftir ferð, at hansara teorir og virkisháttur virkar.
Og allir stovnar og allar fyritøkur hava tørv fyri starvsfólki, ið hugsa positivt. Menniskju í vøkstri skapa vøkstur, og tí ræður tað um at brúka ta biologisku telduna, heilan, á rættan hátt, til at stðra eins egna lívi. Tað er hvørki stjórin ella hjúnaðarfelagin, ið stðriri tínum lívi ? tað er bert tín egni heili, og tann háttur, tú sjálvur velur at liva, ið ávirka tín egna atburð og gerandisdag.
Og Carsten Sommerskov er sannførdur um, at tú kanst læra at hugsa positivt. Á skeiðunum, ið Carsten fer at halda á læraraskúlanum, fer hann at læra um hesar teknikkir, ið gera teg sjálvan meiri positvan, og harvið betri, bæði sum privatpersón og á arbeiðsplássinum.
Hvør menniskja eigur at taka ábyrgd av sínum egna lívi. Eingin annar ger tað fyri ein. Um tú heldur at tað eru onnur, ið hava skyldina av, at tú ert stressaður, manglar orku og hugsar negativar tankar, so kann tað møguliga vera rætt, - men tað er bert ein, ið kann broyta uppá støðuna. Og tað er tú sjálvur.
Skeiðini hjá Carsten Sommerskov vara í 3 tímar og kosta 860,00 kr. + meirvirðisgjald. Við í prísinum fæst eisini bókin: "Surfing på toppen af livet", ið Carsten hevur skrivað, og sum kann brúkast sum eitt amboð til at læra teir teknikkir, ið hann greiðir frá á skeiðunum. Skeiðsprísurin inniheldur eisini sodavatn/juice og smyrjibreyð í støðginum.
Skeiðini skapa stutt sagt: Arbeiðsgleði, trivna og positivitet !
Tað er felagið IRIS í Klaksvík, ið skipar fyri skeiðinum hjá Carsten Sommerskov, og vónar IRIS at stórur áhugi verður fyri at luttaka á skeiðunum, ið verða hildin í Læraraskúlahøllini tann 18. juni. Eitt skeið byrjar kl. 14.00 og tað seinna byrjar kl. 19.00.










