Kirkjutíðindi
Miðvági:
Miðvágs Kirkja verður málað bæði innan og uttan. Vindeyguni verða skift út, og ætlanin er at innrætta ein stóran sal í kjallaranum. Kostnaðurin fyri alt arbeiðið fer væntandi at tátta út í móti eini hálvari millión krónum, sigur David Johannesen, sóknarprestur í Vágum.
Kirkjan verður málað innan, øll sum hon er, greiðir prestur frá. Hon fekk herfyri nýggja altartalvu, sum er rættiliga sertøk. Altartalvan er stór og er málað í sterkum litum. Tað, sum nú verður gjørt innan, verður gjørt við atliti til nýggju altartalvuna, sigur hann.
Miðvágs Kirkja hevur verið málað við hvítum og brúnum litum innan. Men nú verður litsamansetingin heilt broytt, sigur prestur. Litirnir verða nógv ljósari, og ymiskir prýðislutir sum útskurðir og tílíkt verða framhevjaðir, nú málað verður av nýggjum.
Tað er Thomas Michael Smith, málarmeistari í Havn, sum hevur sett litirnar saman, sigur prestur, meðan Jógvan Johansen, sum eisini býr í Havn, men ættaður er úr Miðvági, ger arbeiðið.
Samstundis sum kirkjan verður málað innan, verða vindeyguni skift út. Talan er um jarnvindeygu, sum eru illa farin av rusti og teringi, sigur David Johannesen. Vindeyguni, sum sett verða í aftur, eru lík teimum gomlu, sum tikin verða úr. Tað arbeiðið ger Brynjálvur Nattestad, snikkari í Miðvági.
Umframt at kirkjan verður málað innan, skal hon eisini málast uttan, sigur David Johannesen.
Tað er ein góður mánaði síðan, at farið varð undir umvælingina av Miðvágs Kirkju, og prestur roknar við, at arbeiðið fer at vara einar fjúrtan dagar til tríggjar vikur afturat.
Til ta tíð verður gingið í kirkju í missiónshúsinum, sum gjørt eisini hevur verið hesa tíðina, kirkjan hevur verið undir umvæling.
Eisini annað arbeiðið verður væntandi gjørt við Miðvágs Kirkju í næstum.
Kjallarin er grivin út, og har er innrættað w.c. og kapel, eins og skrivstovuhøli eisini eru har. Men væl av plássi er eftir í kjallaranum, og ætlanin er at innrætta ein rímiliga stóran sal har, sigur David Johannesen. Klárt er at fara undir at smíða, sigur hann.
Hetta rúmið kann so brúkast til mangt og hvat, sum hevur við kirkjuligt arbeiði at gera, vísir prestur á. Tað verið seg frá at bjóða kirkjukaffi eftir guðstænastur. Bjóða fólki at koma í eftir eina jarðarferð, til konfirmantstovu ella hvat nú kann koma.
Miðvágs Kirkja verður 50 ár tann 28 september. Hon er vígd í 1952.
David Johannesen sigur, at enn er eingin endalig avgerð tikin viðvíkjandi hátíðarhaldi í hesum sambandi, men hann sigur tó, at okkurt fer at verða gjørt burtur úr 50 ára degnum hjá Miðvágs Kirkju.