Eldrasambýli fyri minnisveik í Vøllulíð: Fyrstu bøkkarnir loystir

Í august mánaða verður veruliga farið undir arbeiðið at byggja eitt eldrasambýli fyri minnisveik í Vøllulíð í Havn. Fyrrapartin í gjár loystu Jan Christiansen, borgarstjóri, Beate L. Samuelsen, formaður í sosialu nevnd og Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í Almannamálum fyrstu bøkkarnar

Í ráliga veðrinum fyrrapartin í gjár var fitt av fólki samankomið í sambandi við, at fyrstu bøkkarnir til eldrasambýlið í Vøllulíð vóru loystir. Hetta er fyrsta sambýlið av sínum slag í Føroyum, og eru stigtakararnir fegnir um at vera komnir so langt.
Jan Christiansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin, og síðani varð farið oman í bøin, har teir báðir spakarnir og tann eini hakin vórðu settir í jørðina. Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í Almannamálum, hevði tikið sín egna haka við, meðan Jan Christiansen og Beate L. Samuelsen brúktu tveir spildurnýggjar spakar úr Danmark.
? Eitt eldrasambýli fyri minnisveik hevur verið á skránni hjá býráðnum leingi, og nú eru vit endiliga komin so langt, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.
? Eldraøkið er annars eitt landsmál, men av tí at tørvurin er so mikið stórur, hevur kommunan valt at gera nakað við málið, sjálvt um eldraøkið er eitt landsmál, og hervið verður eisini prógvað, at kommunan vil fegin verða við á hesum økinum. Kostnaðurin verður býttur 50 ? 50 millum land og kommunu.

Einkult

Arikteturin aftanfyri eldrasambýlið er Selmar Nielsen. Hann hevur lagt dent á, at gera bygningin so einkultan sum gjørligt, soleiðis, at tað verður lætt hjá búfólkunum at fáa skil á.
- Eg havi roynt at gera uppihaldsøkið so gott sum møguligt. Útsýnið er gott, og harafturat, so hevur kommunan lagt eina góða byggigrund fyri eldrasambýlið. Roynt er at fáa teir kvalitetir, byggiøkið hevur, fram, har útgangsstøðið eru tey krøv starvs- og búfólk seta, sigur Selmar Nielsen, arkitektur.
Eldrasambýlið er býtt sundur í tveir veingir, har pláss eru fyri átta búfólkum á hvørjum veingi. Sniðið er einkult ? ongar gongir, har hvør hurðin úr tí einkulta rúminum, leiðir út í eitt felagsrúm. Útsýnið er gott ? tann parturin, ið vendir móti Nólsoynni er gjørdur av glasi, og møguleiki er eisini at fara út á eina terassu, sum er hálvt dekkað, soleiðis, at sjálvt um veðrið er keðiligt, er ikki neyðugt at gerast vátur. Eisini er ítrivsrúm, og hvørt búfólki hevur ein lítlan tekøk.
? Fimm uppskot komu inn, og av hesum fimm varð hildið, at hetta var tað besta, segði Beate L. Samuelsen, formaður í sosialu nevnd.
? Hetta var ikki tað dýrasta, men heldur ikki tað bíligasta. Tosað hevur eisini verið um møguligar broytingar, men tá alt kom til alt, var uppruna uppskotið tað besta.
Eldrasambýlið í Vøllulíð skal verða liðugt í januar 2004. Byggikostnaðurin liggur um góðar 17 milliónir krónur. Setast skal ein upptøkunevnd, sum kemur at gera av, hvør sleppur inn á heimið.