formaður í stýrinum fyri Samhaldsfasta. Men fyri tað, ber ikki til at hækka útgjaldið uttan víðari. - Hvussu útgjald og inngjald skulu skipast, er ein politiskur spurningur og stýrið fyri grunnin arbeiðir [...] soleiðis, at tað ongantíð skal verða neyðugt at lækka tað aftur. Stýrið ger sjálvandi sínar útrokningar fyri, hvussu útgjaldið og gongdin í fólkatalinum verður framyvir. Í løtuni er útgjaldið 85% av inngjaldinum
Samhaldsfasta. Fleiri hava eisini vent sær til TAKS. Pengarnir eru ikki komnir á konto, siga tey. Vit hava ringt til TAKS, ið siga, at tey sendu upphæddina til gjaldingar sum vanligt, hin 28. mai. Tað skuldi [...] flytingin ikki er nevnd á kontoyvirlitinum fyri mai mánað, sum verður borið út í hesum døgum. Hevur ein netbanka, ber tó til at eftirkanna, at pengarnir eru komnir. Fyri at taka saman um: Peningurin er komin
krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2021. Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir. Í 2019 vóru [...] vóru útgoldnar 568 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2020 er mett til umleið 590 mió. kr. mió. kr. og til umleið 620 mió. kr. mió. kr. í 2021. [...] Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 2,2% frá 1. januar 2021, soleiðis at eftirlønin fer frá 5.740 kr. um mánaðin til 5.865 kr. um mánaðin
men skrásetingararbeiðið fyri skúlaárið 2017/18 vísir, at nógv vard verk verða avritað at nýta í undirvísing og til próvtøkur. Samantalt standa 204 upphavsfólk og 69 útgevarar fyri 477 verkum ella brotum [...] Fjølrit fyri 1. november. Hinir rættindahavararnir eiga rætt til minni enn 300 kr. hvør, og sambært reglugerð verða hesar upphæddir standandi á konto hjá Fjølrit í navni rættindahavans í upp til 3 ár, [...] verkum, sum higartil eru skrásett sum avritað. Rætt til meira enn 300 kr. í viðurlagi eiga 71 upphavsfólk ella útgevarar, og upphæddir eru nú útgoldnar til tey upphavsfólk og teir útgevarar, sum høvdu skrásett
áttatiárunum. Hetta kundi verið spírin til uppaftur fleiri sangir frá vinmonnunum í Eysturskúlanum, ið eftir skúlatíð plagdu at skriva sangir um alt frá Rockall til omanlop í føroyskum fjøllum. Men sum so [...] Hann gjørdi onkrar vísur til útvarpssendingar, ein sang hevði hann við á HB-fløguni frá 1993, og í 1997 skrivaði hann allar tekstirnar á fløguni »Síðsta skríggj«, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd gav út. Jóhannus [...] mínum útgávudreymum. Í 2007, tá eg so sat við øllum møguligum tilfari framman fyri mær, sum eg hevði skrivað, ringdi eg til grannan hjá mær, Jákup Zachariassen, og segði, at eg kundi hugsað mær at tikið
sendu Bónusi á Tvøroyri klaguna til hoyringar, sigur Andrass Holm Arge, brúkaraumboð. Mikudagin í hesi vikuni sendi Bónus-handilin so brúkaraumboðnum eina umbering fyri hesa hending. Í skrivinum siga tey [...] brúkaraumboðið eina klagu frá brúkara um ymiskar útgingnar kjøtvørur, sum Bónus-handilin á Tvøroyri seldi fyri hálvan prís og minni. Brúkaraumboðið kann við heimild í marknaðarføringslógini um góðan marknaðar [...] tey seg vilja gera alt fyri, at slíkt ikki endurtekur seg. Brúkaraumboðið sigur í tíðindaskrivi, at tey eru fegin um hesa skjótu avgreiðslu hjá Bónus og gera ikki meira við málið. Andrass Holm Arge minnir
MBF varð stovnað sjálvan dagin hjá Sameindu tjóða 24. oktober 1981, og var tað eitt stórt framstig fyri felagið og føroyingar, tá ið Føroya Løgting 13. mai 2009 samtykti ST sáttmálan um rættindi hjá ei [...] hevur MBF áhaldandi arbeitt við brekpolitikki, ið umfatar øll samfelagsviðurskifti, og hevur virkað fyri at fáa ávirkan og at verða hoyrd í málum, ið viðkoma fólki, ið bera brek, skrivar felagið í tíðindaskrivi [...] árini. Á degnum verður eisini ein nýggj bók løgd fram, sum felagsskapurin lýsir sum upplýsandi tilfar til føroyingar um ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Hetta er úrslit av samstarvi
eisini fyri regluligum venjingum fyri sløkkiliðsmenninar eina ferð um mánaðin. Hetta verður gjørt fyri at halda teir dagførdar til uppgávur sínar. Av og á kemur fyri, at teir verða kallaðir út til eina veruliga [...] vístu teimum leiðina til Sigurjón Magnusson, sum er búsitandi í íslendska býnum Ólafsfirði. Hann er ein eldsál fyri at menna býin, hann býr í, og vil gera alt fyri at skapa arbeiði til fólkið. Haraftrat kemur [...] løgdu fram fyri hann øll krøvini og ynskini til henda framtíðar sløkkiliðsbilin. Og tá ætlanin seinni varð løgd fram fyri bygdarráðið í Vestmanna var semja um, at hetta var rætti bilurin til teirra tørv
sendinetið, og nú er felagið komið eitt stig longur í hesum. Størsti parturin av útgerðin til útbyggingina er nú komin til landið, og í komandi mánaði byrjar so sjálvt arbeiðið við uppsetingini. Í fyrsta lagi [...] møguleika at síggja Televarpið. Og sum tað áður hevur verið nevnt, so er eisini útlendskur áhugi fyri senditøknini hjá Televarpinum. Talan er um sera framkomna tøkni, sum fleiri av grannalondum okkara
flutti alt virksemið av Tvøroyri til Vágs, hevur felagið tikið maskinur og annað á virkinum á Tvøroyri niður. Nú í vikuni er ein partur av frystiútgerðini flutt til Vágs, og tann gamli kranin á bryggjuni [...] bryggjuni er tikin niður og verður seldur til Danmarkar sum gamalt jarn. Kranin hevur tænt fyri seg, skrivar Suðuroyarportalurin og vísir á, at hann hevur landað bátar og skip á Tvøroyri tey seinastu 30 árini