Útgingnar vørur skulu ikki seljast

Brúkaraumboðið hevur gjørt av at sleppa einum máli um útgingnar kjøtvørur, sum Bónus-handilin á Tvøroyri seldi. Umboðið er nøgt við eina umbering Hin 15. oktober í ár fekk brúkaraumboðið eina klagu frá brúkara um ymiskar útgingnar kjøtvørur, sum Bónus-handilin á Tvøroyri seldi fyri hálvan prís og minni.

Brúkaraumboðið kann við heimild í marknaðarføringslógini um góðan marknaðarføringssið taka mál upp, sum eru av samfelagsligum týdningi, tá talan er um brúkaravernd í aðrari lóggávu.

- Vit tóku málið um nevndu kjøtvørur upp og sendu Bónusi á Tvøroyri klaguna til hoyringar, sigur Andrass Holm Arge, brúkaraumboð.

Mikudagin í hesi vikuni sendi Bónus-handilin so brúkaraumboðnum eina umbering fyri hesa hending. Í skrivinum siga tey seg vilja gera alt fyri, at slíkt ikki endurtekur seg.

Brúkaraumboðið sigur í tíðindaskrivi, at tey eru fegin um hesa skjótu avgreiðslu hjá Bónus og gera ikki meira við málið.

Andrass Holm Arge minnir á, at útgingin vøra als ikki skal seljast, hvørki fyr ein ella annan prís.