Útgeva ókeypis bók á 35 ára føðingardegnum

Fríggjadagin 20. mai verður Norðurlandahúsið karmur um ein føðingardag, tá Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum hátíðarheldur 35 ára stovningardagin hjá felagsskapinum.


- Neyvan var tað av tilvild, at MBF varð stovnað sjálvan dagin hjá Sameindu tjóða 24. oktober 1981, og var tað eitt stórt framstig fyri felagið og føroyingar, tá ið Føroya Løgting 13. mai 2009 samtykti ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Øll árini hevur MBF áhaldandi arbeitt við brekpolitikki, ið umfatar øll samfelagsviðurskifti, og hevur virkað fyri at fáa ávirkan og at verða hoyrd í málum, ið viðkoma fólki, ið bera brek, skrivar felagið í tíðindaskrivi.


Á skránni í Norðurlandahúsinum 35 ára dagin verða lívssøgur, hugleiðingar og tónleikur, og harumframt verður ljós varpað á stóru broytingarnar innan brekøkið seinastu árini.


Á degnum verður eisini ein nýggj bók løgd fram, sum felagsskapurin lýsir sum upplýsandi tilfar til føroyingar um ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.


Hetta er úrslit av samstarvi millum Edward Fuglø, listamann, Jastrid Gullaksen, Grafia, og Ásu Olsen, aðalskrivara, og Tóru við Keldu, forkvinnu, í MBF.


Bókin verður ókeypis, og er ætlað børnum og vaksnum at lesa í felag. Vónandi fer bókin at kveikja áhugan hjá føroyingum sum heild fyri rættindum teirra, ið bera brek.