Útgjaldið frá Samhaldsfasta seinkað – og tó

Einstakir pensionistar hava sett seg í samband við Miðlahúsið í dag at kæra sína neyð um vantandi útgjald frá Samhaldsfasta. Pengarnir eru tó komnir framm, sigur TAKS.

Einstakir pensionistar hava sett seg í samband við Miðlahúsið í dag, at kæra sína neyð um vantandi útgjald frá Samhaldsfasta. Fleiri hava eisini vent sær til TAKS. Pengarnir eru ikki komnir á konto, siga tey.

 

Vit hava ringt til TAKS, ið siga, at tey sendu upphæddina til gjaldingar sum vanligt, hin 28. mai. Tað skuldi tí, um rætt var, verið á konto 30. mai. Men 30. mai vóru pengarnir ikki komnir inn á konto.

 

Eftir at hava kannað málið nærri vísir tað seg, at peningastovnarnir ikki hava framt flytingina fyrr enn 2. juni. Hetta førir so aftur við sær, at hendan flytingin ikki er nevnd á kontoyvirlitinum fyri mai mánað, sum verður borið út í hesum døgum. Hevur ein netbanka, ber tó til at eftirkanna, at pengarnir eru komnir.

 

Fyri at taka saman um: Peningurin er komin á konto 2. juni, hóast hann ikki er nevndur á kontoyvirlitinum.