Útgjaldið má aldrin lækka

ÚTGJALD Tað er ein grundregla, at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður skipað soleiðis, at tað ongantíð skal verða neyðugt at lækka tað aftur

Samhaldsfasti eigur í dag 800 milliónir krónur.
Tað staðfestir Sigurð Poulsen, sum er formaður í stýrinum fyri Samhaldsfasta.
Men fyri tað, ber ikki til at hækka útgjaldið uttan víðari.
- Hvussu útgjald og inngjald skulu skipast, er ein politiskur spurningur og stýrið fyri grunnin arbeiðir eftir tí setningi, tað hevur fingið, sigur hann.
Í løtuni er útgjaldið 2.770 krónur um mánaðin.
Men Sigurð Poulsen vísir á, at stýrið leggur stóran dent á, at skipa útgjaldið soleiðis, at tað ongantíð verður neyðugt at lækka tað aftur.
- Eg eri sannførdur um, at tað tey ikki verðið góðtikið at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður lækkað og tað er fortreytin, vit arbeiða eftir, soleiðis, sum lógin er skrivað, sigur hann.
- Tað er ein grundregla hjá stýrinum at áseta gjaldið soleiðis, at tað ongantíð skal verða neyðugt at lækka tað aftur.
Stýrið ger sjálvandi sínar útrokningar fyri, hvussu útgjaldið og gongdin í fólkatalinum verður framyvir.
Í løtuni er útgjaldið 85% av inngjaldinum, men tað veksur støðugt.
Men sum útrokningarnar eru nú, verður javnvág í inngjaldi og útgjaldið í 2025-2030 og tá verður útgjaldið størri enn inngjaldið, tí talið á eldri, sum skulu hava útgjald, veksur lutfalsliga nógv, aftrurímóti teimum, sum rinda inn.
- Tá fer ognin at minka, men av tí, at tað verða færri ung tá, verða tað so eisini seinni, færri pensjónistar, sum skulu hava útgjald og soleiðis klárar grunnurin seg, sigur Sigurð Poulsen.