Maskinurnar, sum vóru á flakavirkinum hjá Føroya Fiskavirking á Tvøroyri, eru nú í Vági Síðan Føroya Fiskavirking flutti alt virksemið av Tvøroyri til Vágs, hevur felagið tikið maskinur og annað á virkinum á Tvøroyri niður.
Nú í vikuni er ein partur av frystiútgerðini flutt til Vágs, og tann gamli kranin á bryggjuni er tikin niður og verður seldur til Danmarkar sum gamalt jarn.
Kranin hevur tænt fyri seg, skrivar Suðuroyarportalurin og vísir á, at hann hevur landað bátar og skip á Tvøroyri tey seinastu 30 árini.










