FÓLKASKÚLIN Í oddagrein í Skúlablaðnum, sum júst er komið, staðfestir nevndin í Føroya Lærarafelag, at ongin bati er at hóma viðvíkjandi støðuni hjá føroyska fólkaskúlanum í dag. Undirvísingartímatalið [...] er, næmingatalið í nógvum flokkum er omanfyri ásetta mark, stuðulin til veikar næmingar er so lítil, at foreldur og lærarar eru í neyð, umframt hópin av øðrum trupulleikum, sum alt í alt máa støðið undan [...] góðum skúla. Í nógv ár hevur Føroya Lærarafelag ávarað myndugleikarnar um avleiðingarnar av ikki at raðfesta skúlan peningaliga. Ein onnur avleiðing av ringa standinum er, at lærarar mistrívast í skúlanum
sum býr í Kangerlussuaq í Grønlandi. Fullsetta flogfarið hjá Atlantsflog, sum flytir luttakarar til Vestnorden Travel Mart ferðavinnumessuna í Ilulissat í Grønlandi, lendir á longu flogbreytini í Kangerlussuaq [...] búð í Klaksvík, New York, Vági og nú her í Kangerlussuaq. Sjálvur er hann útbúgvin politistur og arbeiddi í fimm ár sum politistur í Klaksvík. Eftir tað vóru tey eitt ár við donsku sjómanskirkjuna í New [...] Suðuroyar Sjúkrahúsi. Men í 1994 flutti familjan til Grønlands, og her hevur teimum dámt sera væl, greiðir Tom Vilhelm frá. Børnini hava gingið í skúla. Konan arbeiðir á flogvøllinum í Kangerlussuaq, og sjálvur
Einastu rakstrarstøð Høgni Hoydal hevur raðfest á fíggjarlógunum síðan hann kom upp í politikk, eru tey, ið eru beinleiðis liður í kvettroyndini hesaferð. Fyri at kamuflera kynismuna endurtekur hann við jøvnum [...] ið er seingjaliggjandi, einsamallur og eyðmíktur í sínum egna skadni? Nær ætlar Tjóðveldisflokkurin at syrgja fyri hansara fullveldi? Høgni Hoydal sigur í greinini, at Javnaðarflokkurin vil seta fólkið fyrst [...] strategum er greið: Onnur mál enn fullveldismálið skulu ikki á dagskrá til komandi løgtingsval. Hann er, í bløðunum fyrradagin tann fyrsti við viðmerkingum til valuppleggið hjá Javnaðarflokkinum. Sum so segði
frá viðurskiftunum millum lærling, virki og skúla. Kostnaðurin fyri evnislestrarnar er 600 krónur fyri limir í Vinnuhúsinum, og 900 krónur fyri ikki limir. Við í prísinum er matur og tilfar. Um ein hevur [...] evnislestrarnar, ið verða hildnir júst í hesum sambandi. Frá klokkan 9.30 til klokkan 16.00, tann 4. oktober 2001, verða fimm ymsir evnislestrar á Hotel Føroyum í Havn. Annika Mikkelsen, málsviðgera kemur [...] og arbeiðið hjá børnum og ungum. Formaðurin í Yrkisútbúgvingarráðnum, Petur Zachariassen og Petur Oluf Hansen, fyrisitingarleiðari á Yrkisdeplinum fara í samband við yrkisútbúgvingar millum annað at greiða
hest finnast í ávíkavist 1991 og so í fjør. Í 1991 gekk alt upp á stás hjá B36, meðan HB hinvegin hevði eina kreppu av teimum heilt stóru. Eldra havnarliðið megnaði tó at vinna heili 8-2 í fyrra grannadystinum [...] javnleikin móti HB, var Egil Zachariasen, sum í seinastu sekundunum ta ferðina setti bóltin í málið. Í ár eru leikutirnir undan dystinum býttir um, men hóast teir í B36 eru vitandi um, at tað ikki merkir eitt [...] tykist ivasamt, um tað fer at eydnast at fáa Jákup á Borg upp til dystin. Hann er í Danmark á skúla í hesum døgum, og í B36 arbeiða tey við at loysa hendan trupulleikan. Gloym taktikkin At enda spurdu vit
málviðgerð hevur í alt ov stóran mun verið merkt av, hvussu mál okkara átti at verið í staðin fyri at viðurkenna málið, sum tað er. Hetta førir ofta við sær løgin orðasnið, sum ikki hava støði í veruliga málinum [...] at mál okkara ikki er eintáttað í orðasniðum, men loyvir sær fjøllbroytt frávik er t.d. tað, at tú sigur dalmenn um menn sum búgva í Gásadali, norðadalsfólk um tey í Norðadali (hví tyngja um við at skriva [...] málinum. Í seinastum er útvarpið farið at tosa t.d. um Kollfjarða skúla, Fuglfjarða bygdarráð og aðrar slíkar samansetingar. Ivaleyst stendst hetta av, at tað fellur so tungt at siga Kollafjarðar skúli,
urskiftini í Føroyum verða í framtíðini? Skulu vit hava arbeiðsmarknaðarpensjónir, ella skal fólkapensjónin hækkkast? Hetta hevur verið ein brennandi spurningur í Føroyum seinastu árini. Í komandi viku [...] Formaður fyri Eldrakommissiónini 1979-82 Ráharri í almannamálum í 1982 Formaður fyri Eldraíbúðarráðnum í Danmark 1994-2000 Formaður fyri Eldraráðnum í Næstved kommunu 1997 - [...] a Sjálvur ivast hann ikki í, at bæði sosialpolitiskt og samfelagsbúskaparliga er tað frægasta loysnin at hækka fólkapensjónirnar. Kunnu sleppa undan mistøkum í Føroyum Mitt í áttatiárunum høvdu tey sama
Bjarni Bæk Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 sunnudags-skúli í Hoyvíkar skúla, einki møti sunnukvøldið vegna møti í Læraraskúlanum. Øll eru vælkomin. »Tíð til Gud« Úti í Pállsstovu sunnukvøldið kl [...] Hvønn gerandisdag kl. 17 messa í Kerit. Leygardag kl. 11 messa í Kerit. Sunnudagin kl. 11 hámessa v/ Paul Marx O.M.I. í Mariukirkjuni. KFUM og KFUK í Havn Sunnudagin kl. 15 í KFUK: Fundur við Sólbjørg Mortensen [...] Landavegur 22 Í dag kl. 17 landsbøn, kl. 20 møti í læraraskúlahøllini v/ Moses Hansen. Í morgin kl. 11 morgunmøti í Filadelfia v/ Moses Hansen, kl. 11.30-12.45 barnagudstænasta, kl. 18 møti í Læraraskúlahøllini
hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygarkvøld kl. 19.00 [...] við kommunión í Kerit. Leygardagin kol. 11.30 Orðsinstænasta v/kommunión í Kerit. Sunnudagin kl. 11 Orðsinstænasta við kommunión í Mariukirkjuni. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Eldrasamkoman [...] til Gud« Úti í Pállsstovu sunnukvøldið kl. 21, vit fara at síggja ein ungdómsfilm. Aftaná er drekkamunnur. Verið hjartaliga vælkomin. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar skúla sunnudagsskúli
eitt virðiligt punktum, nú venjarayrki hansara í Førloyum er av ? í øllum førum fyribils ? helt hann móttøku og tíðindafund í B36-húsinum fríggjadagin í farnu viku. Mín máti Tomislav setti sjálvur tíð [...] sum hann hevur havt í Føroyum. Seks ár, har hann fyrst var í Vági, og fekk togað teir upp á eitt fjórða pláss - sum tá var eitt sera gott úrslit í Vági. Síðani til B36, har hann í fyrstu royndini vann [...] Ikki minst mundi árið í fjør vera eitt stórt vónbrot. - Lat meg bara siga alt fyri eitt, at eg havi havt seks sera góð ár í Føroyum. Eg havi havt tað gott í øllum trimum feløgunum, men í venjarayrkinum er