Evnislestrar um arbeiðsmarknaðarviðurskifti

Hósdagin 4. oktober verða ymsir evnislestrar á Hotel Føroyum. Tað er Vinnuhúsið, ið skipar fyri, og fara tey at viðgera arbeiðsmarknaðarlógir og lógarbroytingar hesum viðvíkjandi, ið eru gjørdar seinasta árið.

 

ArbeiÐsmarknaÐur

Ingrid Bjarnastein

????????????????????


Hevur tú spurningar um barsilsskipan, dagpeningalóg, vanlukkutryggingar, arbeiðsumhvørvi ella yrkisútbúgvingar , so er bert at fara til evnislestrarnar, ið verða hildnir júst í hesum sambandi.

Frá klokkan 9.30 til klokkan 16.00, tann 4. oktober 2001, verða fimm ymsir evnislestrar á Hotel Føroyum í Havn. Annika Mikkelsen, málsviðgera kemur at fortelja um viðkomandi spurningar um barsilsskipanina. Td. hvørji rættindi og hvørjar skyldur løntakarin og virkið hava. Og hvussu ein yvirhøvur søkir barsilspening?

Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni, Anne Djurhuus, deildarleiðari og Joan Hendrik S. Samuelsen, løgfrøðingur fara at viðgera dagpeningalógina. Svarað verður m.a uppá, nær ein hevur rætt til dagpening og hvussu farið verður fram, tá ein søkir dagpening. Tey fara eisini at fortelja um sjálvt innihaldið í dagpeningalógini.

Umboðið fyri vanlukkutryggingar er Virgar Hvidbro, kunningarleiðari. Hann fer at greiða frá tí nýggju arbeiðsumhvørvislógini og hvørji krøv verða sett til virkini viðvíkjandi hesi nýggju lóg. Virgar Hvidbro fer eisini at viðgera trygdarskipanina, hvíldartíð og arbeiðið hjá børnum og ungum.

Formaðurin í Yrkisútbúgvingarráðnum, Petur Zachariassen og Petur Oluf Hansen, fyrisitingarleiðari á Yrkisdeplinum fara í samband við yrkisútbúgvingar millum annað at greiða frá viðurskiftunum millum lærling, virki og skúla.

Kostnaðurin fyri evnislestrarnar er 600 krónur fyri limir í Vinnuhúsinum, og 900 krónur fyri ikki limir. Við í prísinum er matur og tilfar. Um ein hevur hug at vera við er møguligt at tekna seg í Vinnuhúsinum á tlf. 31 18 64 ella á teldupostadressuni:

industry@industry.fo

Seinasta freist fyri tilmelding er mánadagin 1. okt. 2001.