Møguleikarnir eru nógvir og bíða bara eftir at verða brúktir. Tann, sum dugir at gagnnýta grønlendsku náttúruna, kann vinna pening burtur úr ferðavinnuni, sigur vábingurin Tom Vilhelm, sum býr í Kangerlussuaq í Grønlandi.
Fullsetta flogfarið hjá Atlantsflog, sum flytir luttakarar til Vestnorden Travel Mart ferðavinnumessuna í Ilulissat í Grønlandi, lendir á longu flogbreytini í Kangerlussuaq - Sdr. Strømfjørd - í Grønlandi, og ferðafólkini skunda sær út. Einir 20 føroyingar eru við, meðan íslendingarnir, sum komu við, tá millumlent varð í Reykjavík, eru umleið 60 í tali.
Farið verður eftir viðførinum, sum verður checkað inn aftur till Ilulissat beinanveg, og so er bara at bíða teir stívliga tríggjar tímarnar, til flogið verður víðari.
Tað kemur ein fryntligur maður framvið við einum borðiski í hondini.
?Tú átti at fingið tær hetta. Tað er muskusoksakjøt, sigur hann á Suðuroyarmáli, í tí hann fer framvið og setir seg við eitt borð longri inni.
Eg fylgi ráðum hansara og angri tað ikki. Tá eg havi fingið mítt, fari eg at leita mær eftir plássi. Har situr hesin sami maður við eitt borð ov býður mær at seta meg niður.
Jú, hann býr her, Er vágbingur og eitur Tom Vilhelm. Hevur búð her síðan 1994, greiðir hann frá. Er giftur grønlendskari konu, og familjan trívist væl her yviri.
Hava flutt nakað
Familjan Vilhelm hevur flutt eitt sindur, greiðir Tom frá. Tey hava búð í Klaksvík, New York, Vági og nú her í Kangerlussuaq.
Sjálvur er hann útbúgvin politistur og arbeiddi í fimm ár sum politistur í Klaksvík.
Eftir tað vóru tey eitt ár við donsku sjómanskirkjuna í New York og komu so aftur til Føroya, har Tom gjørdist portørur á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Men í 1994 flutti familjan til Grønlands, og her hevur teimum dámt sera væl, greiðir Tom Vilhelm frá.
Børnini hava gingið í skúla. Konan arbeiðir á flogvøllinum í Kangerlussuaq, og sjálvur hevur hann eisini sína dagligu gongd har.
Og hann kennir seg heima her í stórbæru grønlendsku náttúruni, sum hann eisini brúkar til annaða enn at vísa fremmandum ferðafólki.
?Vit vóru nú hendan dagin og royndu at skjóta okkurt reinsdjór, greiðir hann frá. Men har gjørdist einki. Teir hava veitt nú eina tíð, og reinsdjórini eru vorðin heilt sansaleys. Fyrsta tey síggja fólk, taka tey til beins, og tey renna so langt, vit síggja tey.
Men hann ætlar at fara avstað aftur kortini. Og ber tað til, ætlar hann eisini at fáa ein moskusoksa.
Tað er ikki ómøguligt, og hann hevur eisini einaferð skotið ein, veit hann at siga.
Ein flogvøllur
Kangerlussuaq er ein flogvøllur. So er tað mesta sagt um staðið. Tí alt, sum hendir her, snýr seg um altjóða flogvøllin.
Eini 500-600 fólk búgva her, og tey hava allar hentleikar, sum einum samfelag hoyrir til. Handil og hotell. Ítróttarhøll, svimjihyl. Barnagarð, skúla og hvat sum helst. Alt er bygt upp rundan um flogvøllin, sum hevði sínar vælmaktsdagar, tá amerikanarar hildu hann vera neyðugan í kalda krígnum. Men samstundis sum Berlinmúrurin fall, gjørdist alt hetta eisini óneyðugt, og tí eru bara sivil áhugamál her í dag.
Eitt sláturvirki er eisini, sum teir brúka, tá teir hava verið og skotið moskusoksar, greiðir Tom Vilhelm frá.
Teir hava flutt moskusoksar úr Eysturgrønlandi hendanveg, og tað vísir seg at bera heilt væl til. Skipanin er vaksin munandi, og lætt er vanliga at fáa eyga á teir, tá koyrt verður hendanveg við ferðafólki.
Vit eru á veg niðan á eitt fjall oman fyri bygdina. Haðani er gott útsýni bæði út gjøgnum fjørðin og langt inn á innlandsísin.
?Har inni, greiðir Tom frá, hevur VW sínar royndarkoyringar, tá teir royna nýggjar bilar. Eina breyt góðar hundrað kilometrar inni á ísinum.
Vit venda okkum móti setandi sólini, langt, langt har úti einastaðni. Lágt stendur hon, nú út er liðið bæði á árið og kvøldið. Hon sker í eyguni, og ger hvassar skuggar oman gjøgnum brúnu líðirnar.
Ferðamaðurin rindar
?Har úti aftan fyri nesið, tú sært, er havnin hjá okkum, sigur Tom og peikar. Hon liggur einar 15 kilometrar hiðani. Og har koma vanliga fleiri ferðamannaskip um summarið, sum seta fólk av, ið skulu flúgva heimaftur eftir at hava siglt í Norðuratlantshavi. Teimum fólkunum vinna vit væl av peningi burturúr, tá vit gera túrar við teimum, sigur hann.
Talan er mangan um somu skip, sum hava verið í Føroyum og Íslandi. Skip við fólki, sum føroysk ferðavinna so seint sum í summar hevur látið at í bløðunum, bara leggja nakrar heilt fáar krónur eftir seg í Føroyum.
Tað heldur Tom Vilhelm vera løgið, tí í Grønlandi vinna tey væl av hesum fólkunum.
Tey verða heintað í havnini og koyrd niðan til flogvøllin. Fáa so tilboð um at royna eitthvørt, sum tey kunnu bjóða her. Til dømis hevur Tom eitt nú ríðitúrar á íslandsrossum at bjóða.
Ferðafólkini kunnu koyrast runt ella bara fara ein gongutúr, har geitt verður frá staðnum.
?Tað ræður um at hava okkurt at bjóða, tí tey gjalda fyri tað, tey fáa, sigur Tom Vilhelm.
Hann nevnir eitt dømi um eitt av skipunum, har eini trý fólk høvdu keypt sær føroyskar troyggjur, tá tey vitjaðu Føroyar tíðliga á túrinum. Í Kangerlussuaq hevði Tom nakrar troyggjur av sama slag hangandi, og tá hesi fólkini sóu tað, vórðu tær seldar beinanveg.
Hesi tvey, trý fólkini, sum keypt høvdu í Føroyum, høvdu marknaðarført troyggjurnar á túrinum til Grønlands. Tað gjørdi so, at peningur varð vunnin úr teimum í Grønlandi heldur enn í Føroyum, har tær av røttum áttu at verið seldar, vísir Tom Vilhelm á.
Tað skýmir alsamt. Aftan fyri okkum melur ein viti her uppi í luftini at kalla. Hann er í grundini ikki til nakra nyttu, heldur Tom. Hevur bara verið har og fær tí frið at standa.
Vit fara inn aftur í bilin og koyra oman móti vøllinum. Og mín sann um ikki ein moskusoksi liggur so einsamallur á biti har niðri í haganum.
?Honum man onkur fara eftir fyrsta dagin heldur Tom, meðan vit í alsamt tiltakandi skýmingini koyra oman aftur á farstøðina, har flogarið, sum skal flyta meg norður til Ilulissat, er væntandi.
Myndir:
Mynd 1 - Tom Vilhelm
Myndatekstur:
Ferðafólkini, sum koma til Kangerlussuaq, leggja væl av peningi eftir seg, sigur Tom Vilhelm, sum rekur feðravinnu á staðnum
Mynd: Edvard Joensen