Eftirlønarmál
Hvussu skulu pensjónsviðurskiftini í Føroyum verða í framtíðini? Skulu vit hava arbeiðsmarknaðarpensjónir, ella skal fólkapensjónin hækkkast?
Hetta hevur verið ein brennandi spurningur í Føroyum seinastu árini.
Í komandi viku ber til at fáa at vita, hvat ein hin allarfremsti serfrøðingurinb á økinum yvirhøvur heldur um hendan spurningin.
Tá kemur danski búskaparfrøðingurin, Bent Rold Andersen, til Føroya at halda fyrilestrar um pensjónsmál.
Tað er Føroya Arbeiðarafelag, sum hevur tikið stig til at fáa danska serfrøðingin hendavegin í døgunum 26. til 29., september.
Hósmorgunin fer Bent Rold Andersen at halda tíðindafund og hóskvøldið fer hann at halda almennan fyrilestur um pensjónsmál á Hotel Føroyum hóskvøldið 27. september.
Í hesum sambandi hevur Føroya Arbeiðarafelag boðað fakfeløgum, politisku flokkunum, arbeiðsgevarum og øðrum frá, men ølll áhugað eru vælkomin.
Fríggjadagin fer hann at halda fyrilestur fyri nevndarlimunum í lokalfeløgunum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Á hesum fyrilestrunum fer hann at tala um, hvørjir møguleikar eru at bøta um okkara pensjónsviðurskifti, um tað skal vera við arbeiðsmarknaðarpensjónum, har hvør sparir til sína egnu pensón, ella um tað tað er betri at hækka fólkapensjónina
Sjálvur ivast hann ikki í, at bæði sosialpolitiskt og samfelagsbúskaparliga er tað frægasta loysnin at hækka fólkapensjónirnar.
Kunnu sleppa undan mistøkum í Føroyum
Mitt í áttatiárunum høvdu tey sama orðaskifti um pensjónirnar í Danmark, sum vit nú hava í Føroyum
Eins og her, stóð spurningurin í Danmark um, antin tey skuldu útbyggja fólkapensjónina ella fara ein annan veg og skipa arbeiðsmarknaðarligar pensjónssamansparingar. Hesar arbeiðsmarknaðarpensjónir kundu so vera sáttmála- ella lógarbundnar.
Í Danmark gjørdist endin, at tey fóru eftir arbeiðsmarknaðarpensjónini, sum eru sáttmálabundnar, persónligar eftirlønarsamansparingar.
Í orðaskiftinum har var Bent Rold Andersen ein av heitastu talsmonnum fyri, at besta leiðin var at útbyggja fólkapensjónsskipanina. Hesa støðuna hevur hann vart síðani tá sum fyrilestrarhaldari og rithøvundur - seinast í bók síni, ?Ældrepolitik på afveje?. Í hesi bókini setir hann fólkapensjóna upp ímóti arbeiðsmarknaðar pensjónssparingunum. Út frá gjølligum og sannførandi sosialpolitiskum og samfelagsbúskaparligum sjónarmiðum finst hann harðliga at arbeiðsmarknaðarpensjónunum.
Hann sigur, at skyldbundnar pensjónsuppsparingar slíta samhaldsfesti og økja gjónna og stættarmunin í millum ættarliðini . Tær elva eisini til, at tað fer at verða trupult fíggja almennar uppgávunum um skattin. Harumframt er tað tað er ógviliga ivingarsamt, um tær hava ta gagnligu ávirkanina á samfelagsbúskapin, sum sagt verður.
Bent Rold Andersen heldur, at eru vit komin so stutt við pensjónsuppsparingarskipanum í Føroyum, at enn ber til at sleppa undan at gera sama mistak her, sum gjørt var í Danmark.
? Hjá okkum ber enn til at velja ta sosialpolitiskt skilagóðu loysnina, sum fólkapensjónsskipanin er.
Annars heldur hann, at at Samhaldsfasti eftirlønargrunnurin í Føroyum er ein góð skipan, sum gongur væl saman við fólkapensjónini.
Afturímóti hesum báðum eru tær skyldbundnu pensjónsgrunnarnir ein vánaligur møguleiki, sigur Bent Rold Andersen.
<sum> Fyrimunir og vansar við ymsum pensjónsskipanum
<sum> Arbeiðsmarknaðarpensjónirnar eru eitt brot á tað samhaldsfesti ímillum ættarliðini, sum fólkapensjónin er eitt tekin um. Tey, sum nú eru pensjonistar koma aldrin at fáa lut í arbeiðsmarknaðarpensjónunum, tí at sparingsskeiðið er alt ov langt. ??
<sum> Arbeiðsmarknaðarpensjónirnar eru ein boðskapur frá mið- og unga ættarliðnum til teirra foreldur um, at ?fólkapensjónin er nóg góð til tykkara, men tá ið vit verða gomul, ætla vit ikki at liva á tí stigi, sum fólkapensjónin er?.
<sum> Fólkapensjónin minkar um sosiala ójavnan, sum marknaðarkreftirnar skapa millum tey vinnuføru.
<sum> Tá ið arbeiðslívið er lagt afturum, er ikki longur neyðugt, at marknaðarkreftirnar framvegis skulu ráða. Tá eigur at vera rúm fyri javnaði gjøgnum eina fólkapensjón, sum er á einum sømiligum støði. Heldur onkur, at tað er ikki nóg mikið, ja so stendur einum frítt at spara. Men tað er eingin meining í, at hinir skattaborgarnir skulu gjalda fyri tað gjøgnum skattligan stuðul ella frádráttir.
<sum> Mótvegis fólkapensjónini varðveita arbeiðsmarknaðarpensjónirnar teir sosialu ójavnarnar inn í aldurdómin. Tey, sum hava havt góðar inntøkur gjøgnum lívið, fáa eisini meira, tá tey verða gomul. Og tað fer fram við almennum stuðuli sum skattafyrimunir.
<sum> Skyldbundnu gjøldini til arbeiðsmarknaðarpensjónirnar eru búskaparliga tað sama sum skattur á lønina. Tí verða eisini øll skyldbundin sosial gjøld roknað upp í skattatrýstið í øllum altjóða búskaparligum samanberingum. Frádráttirnir fyri tey tvungnu gjøldini føra við sær eina minking í teim skattskyldugu inntøkunum. Sostatt verður skorið av teirri skattainntøkuni, sum skal brúkast til tær almennu útreiðslurnar, m.a. til fólkapensjón, eldraumsorgan, heilsuverk, skúla og útbúgving, samferðslu o.s.fr. Hetta er ein høvuðsorsøk til fíggingartrupulleikarnar hjá tí almenni sektorinum í Danmark og líknandi londum.
<sum> Tey sum verja skyldbundnar pensjónssamansparingar sum arbeiðsmarknaðarpensjónirnar, rættvísgera seg við, at ein stór og støðug privat samansparing hevur gagnliga búskaparliga ávirkan og serliga fremur størri búskaparligan vøkstur. So einfalt er tað avgjørt ikki. Ein stór privat samansparing kann verða gagnlig, tá ið búskapurin er í stórum vøkstri, tí samansparingin kann tálma inflatiónini og fremja íløgurnar. Men tá ið stígur kemur í búskapin, kann ein stór privat samansparing ikki fremja íløgurnar. Tvørturímóti kann hon verða við til økja tað skeivu gongdina í búskapinum við at minka um eftirspurningin og harvið um vinnuliga virksemið.
Stutt um Bent Rold Andersen
Um Bent Rold Andersen kann upplýsast, at hann
<sum> er úttbúgvin búskaparfrøðingur frá Keypmannahavnar Universiteti í 1956.
<sum> hevur starvast við samfelagsvísindaliga gransking á Keypmannahavnar og Roskilde Universitetum, á Sosialgranskingarstovninum í Keypmannahavn, og á granskingarstovninum hjá donsku amtunum og kommunum.
<sum> hevur skrivað vísindaligar og populervísindaligar bøkur um búskaparlig og sosialpolitisk evni Tann síðsta er ?Ældrepolitik på Afveje? 1999.
<sum> Onnur størv, hann røkir og hevur røkt:
<sum> Professari í arbeiðsmarknaðarpolitikki og í sosialpolitikki.
<sum> Limur í formansskapinum fyri danska Búskaparráðnum 1973-78.
<sum> Formaður fyri Búskaparráðnum ? á mannamunni nevndur ?yvirvísmaður? ? 1976-78
<sum> Formaður fyri Eldrakommissiónini 1979-82
<sum> Ráharri í almannamálum í 1982
<sum> Formaður fyri Eldraíbúðarráðnum í Danmark 1994-2000
Formaður fyri Eldraráðnum í Næstved kommunu 1997 -