Ongin bati at hóma

Føroya Lærarafelag hevur tó ta vón, at landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur rygg til at fáa nóg stóra játtan til vega á komandi fíggjarlóg, so fólkaskúlin fæst at virka

 

FÓLKASKÚLIN

Í oddagrein í Skúlablaðnum, sum júst er komið, staðfestir nevndin í Føroya Lærarafelag, at ongin bati er at hóma viðvíkjandi støðuni hjá føroyska fólkaskúlanum í dag. Undirvísingartímatalið røkkur ikki, ongin eftirútbúgving av lærarum er, næmingatalið í nógvum flokkum er omanfyri ásetta mark, stuðulin til veikar næmingar er so lítil, at foreldur og lærarar eru í neyð, umframt hópin av øðrum trupulleikum, sum alt í alt máa støðið undan einum góðum skúla.

Í nógv ár hevur Føroya Lærarafelag ávarað myndugleikarnar um avleiðingarnar av ikki at raðfesta skúlan peningaliga. Ein onnur avleiðing av ringa standinum er, at lærarar mistrívast í skúlanum. Tí fer felagið undir eina trivnaðarkanning millum fólkaskúlalærarar. Umframt er arbeiðsbólkur er settur at kanna viðurskiftini hjá næmingum við tørvi á stuðli og næmingum við serligum tørvi.

Hóast ongir batar eru at hóma, hevur Føroya Lærarafelag ta vón, at landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur rygg til at fáa nóg stóra játtan til vega á komandi løgtingsfíggjarlóg, so fólkaskúlin fæst at virka sum hann eigur.