Kristian Magnussen, løgtingsmaður
???????????????????????????????
Ætlanin hjá Høgna Hoydal og hansara strategum er greið: Onnur mál enn fullveldismálið skulu ikki á dagskrá til komandi løgtingsval. Hann er, í bløðunum fyrradagin tann fyrsti við viðmerkingum til valuppleggið hjá Javnaðarflokkinum.
Sum so segði hann onki nýtt, men enn einaferð fingu vit somu slitnu endurtøkurnar, um at hinir aftur vilja rena landið á heysin. Hesaferð snýr hansara eyðkenda, óseriøsa rangsnúgving seg um tað, ið Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri í komandi valskeiðið.
Greinin hjá Høgna Hoydal er ikki tann fyrsta, har hann tileinkisger tørvin á ábótum og nýskipanum innan okkara vælferðarskipanir. Hevur nakar sæð ella hoyrt hann skjóta upp ein einasta ítøkiligan bata innan nakað øki, har borgarin hevur brúk fyri samfelagsins solidariteti?
Einastu rakstrarstøð Høgni Hoydal hevur raðfest á fíggjarlógunum síðan hann kom upp í politikk, eru tey, ið eru beinleiðis liður í kvettroyndini hesaferð. Fyri at kamuflera kynismuna endurtekur hann við jøvnum millumbilum, at vit skulu hava veruligt samhaldsfesti, og at virðini skulu býtast rættvísari.
Tjóðveldisflokkurin hevur hetta valskeiðið reypað av, at teir hava sett part av ríkisveitingini inn á bók, samstundis sum okkara skúla-, sjúkrahús- og almannaverk støðugt forfalla. Tað er løgið reyp av Tjóðveldisformanninum, tá hann førir fram, hvussu teir t.d. hava raðfest almannamál, alt meðan t.d. føroyingar við serligum tørvi framhaldandi eru noyddir at flyta til Danmarkar. Samstundis verður ríkisveitingin, ið skuldi gera tað møguligt hjá teimum at verða verandi í Føroyum, sett inn á bók.
Tað er ikki álitisvekjandi, at politikarar, ið siga seg brenna so nógv fyri nationalum fullveldi, ikki hava vet av forstáilsi fyri fullveldinum og integritetinum hjá tí einstaka. Hvussu sær fullveldi út hjá einum óhjálpnum, ið er seingjaliggjandi, einsamallur og eyðmíktur í sínum egna skadni? Nær ætlar Tjóðveldisflokkurin at syrgja fyri hansara fullveldi?
Høgni Hoydal sigur í greinini, at Javnaðarflokkurin vil seta fólkið fyrst, um vit fáa danskar pengar, og um Nýrup vil játta meiri pengar. Hetta vísir bert, hvussu óseriøsur hann er. Javnaðarflokkurin hevur ikki avgjørt at blokkurin skal hækkast.
Tað sum rætt er - og sum eisini er endurgivið í bløðunum - er at eg havi ført tey sjónarmið fram á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum, at tað óiva verður neyðugt at biða um samráðingar við danir, um at fáa blokkin upp aftur á eitt rímuligt støði, soleiðis at vit hava fíggjarligu orkuna til at seta lívskorini hjá fólkinum aftur á dagskrá.
Í Javnaðarflokkinum er tað hóast alt so, at vit kunnu kjakast og hava meir ella minni avgjørd sjónarmið um ymisk viðurskifti. Men slíkan hugburð skilir Høgni Hoydal óiva ikki.