barnafrádráttin hjá øllum, vildi hesin ójavnin framvegis verið eins stórur, og so var onki vunnið hesum trupulleikanum viðvíkjandi. Her er eisini ein møguleiki hjá landsstýrinum at fremja ítøkiligar batar. Vónandi [...] ymsan hátt. Ein máti er at gera barnafrádráttin vaksandi fyri hvørt barnið, sum kemur afturat. Hendan skipan er galdandi aðrastaðni, og hugsanin er helst at økja um føðitíttleikan, sum er ein kendur trupulleiki [...] oljuavgjaldið. Hetta er nú so høgt, at landskassans meirinntøkur av mvg munnu skjótt fara at vera eins stórar og alt oljuavgjaldið. Vit kunnu staðfesta, at landskassin fær meiri inntøkur, enn roknað varð
listarliga partinum í dag, eins og hann gjørdi í 1987, tá listarliga standmyndin í trappuuppgongdini varð smíðað. Hetta listarverkið kemur framvegis at verða standandi. - Hetta er ein umbygging av tí sum var [...] sum eisini hevði ein stóran leiklut, tá fasa eitt í umbyggingini av SMS fór fram í 2002. Fasan sum nú er í gongd er fasa 2, og seinni skal seinasta fasan, fasa 3, gerast, sum verður ein umbygging av Apotekinum [...] var áðrenn, vatnið er burtur, súlan sum var í miðjuni er burtur, og tað kemur ein nýggj súla í staðin, greiðir Tróndur Patursson frá. Tá listarverkið varð gjørt í 1987, varð handverksliga arbeiðið gjørt
byrjar við hesum orðum: “Júst í Túni var ein verðinsmaður. Hann var ein stóðbrótari. Hann var óvanliga forvitin, og hann hevði nøkur lyndiseyðkenni, sum á ein nátúrligan hátt løgdu eina slóð eftir mannin” [...] undangongumaður Helgi Jacobsen segði, at bókin “Júst í Túni” er skrivað um ein av okkara sjáldsomu vinnulívsmonnum. Hann var ein íverksetari og undangongumaður. Hann breyt upp úr nýggjum í føroyskari fiskivinnu [...] til. Í 1956 fór hann sum tann fyrsti til Ný Funnalands, sum gjørdist ein nýggj verð fyri føroyska fiskivinnu. Í eini 20 ár kom útvið ein fimtingur av veiðuni hjá føroyingum frá nýfundlandsbankunum. Fiskurin
Ein bilur við tí eyðkenda bláa litinum hjá Postverkinum stendur á einum parkeringsplássi mitt í bygdini. Løtu seinni kemur ein kvinna í tí eyðkenda búnanum hjá sama verki undan einum húsarhorni. Í hondini [...] øvundar mær arbeiðið, sigur hon við einum brosi. Henda rutan hon gongur er ein av teimum styttru: Hon fevnir bert um tvær bygdir, ein flogvøll og fýra hús í teirri triðju bygdini. Eftir loknan arbeiðsdag hjá [...] byrjar sjálv útberingin. - Hetta er ein ruta sum er sett at vara í fýra tímar, sigur hon. Hóast Gásadalur liggur í nánd, er bygdin ikki partur av rutuni hjá Elini. Tað er ein annar sum røkir ta rutuna, men
g er lyklaorðið. Helgi er ein sera nærlagdur telvari og hetta kom av álvara til sjóndar í fleiri av talvum hansara í Finnlandi. Eitt nú nýtti Helgi undir 15 minuttir til ein av sínum sigrum. Og hetta talvið [...] hevði verið at kanna, um hetta eisini er galdandi í øllum øðrum ítróttum. Hava vit nakrantíð havt ein legitiman norðurlandameistara í nakrari ítróttargrein? Í øllum førum framdi Helgi eitt satt bragd, [...] vardi yvir 20 leikir. Alt var fyrireikað áðrenn talvið fór í gongd. Jú, tað hendir seg mangan, at ein ikki rakar júst sína egnu fyrireiking við tað, at mótstøðumaðurin telvar okkurt óvæntað, men Helgi
kring seinasta ársskifti eisini var ein aktørur á marknaðinum. Tann støðan verður tó broytt um góðar tríggjar mánaðir, tá FaroeJet fer í holt við sína flúgving. Tað er ein nýggjur veruleiki, sum Atlantic Airways [...] hesum. - Hjá okkum hevur hetta alla tíðina verið ein av avgerandi fortreytunum. Bæði tí regulariteturin verður størri, og tí vit hava mett tað sum ein fyrimun, at felagið verður ment við einum grundstøði [...] samstundis vera greiðir um, at vit ikki ætla at geva teimum ein triðing av marknaðinum uttan víðari. Heldur verandi vøkstur fram, so er sjálvandi ein møguleiki fyri, at teir kunnu taka part av vøkstrinum, men
tí listaliga, sum ikki var givið frammanundan, men sum hann sá sum ein møguleika í hvørji einstakari mynd. Ingálvur av Reyni var ein av størstu koloristunum í norðurlendskari modernismu. Litirnar og [...] tordi ikki rættiliga tað, sum hann skuldi tora, og hvør einasta mynd var ein leitan eftir møguleikanum fyri, at hon kundi gerast ein málningur. Viðhvørt eydnaðist tað, helt hann sjálvur - mong, sum njóta [...] myndum hansara, halda óivað at tað hendi eitt sindur oftari! Myndirnar hjá Ingálvi hava aloftast ein figurativan kjarna, sum myndaheitið lýsir. Heiti sum Miðvágur , Landslag , Kvinna , Trolaradekk
og ein kemur mær ímóti, eins og sólin skínur hann, sár í hond og sár í fóti, Jesus, sum so dýrt meg vann... Aldri dagur aftna skal, heima har, sum hann er kongur, sálin livir ævigt væl". Ja, ein góður [...] er ringt at koma uttan um tíðina, tá ið tey búðu úti í Jóannes Patursonargøtu. Tað var ein hvíldarstaður fyri ein lesandi at koma inn. Heimið andaði av friði, nøgdsemi, kærleika og gudsótta. Anna stákandi [...] Hugsa, ein staður, har gøturnar ikki verða fullar av fólki, sum hevur nógv um at vera við keypskapi, og har eingir líkvognar aka skakuliga avstað í kirkjugarðin við syndarliga farmi sínum - ein staður
Hundatalið í vøkstri Eins og í øðrum londum so eru eisini føroyingar í størri og størri mun farnir at hava hund - ella hundar - sum húsdjór og sum frítíðarítriv. Hetta upplivir ein dagliga, tá ein sær fólk ganga [...] at skipa fyri sonevndum agility-showum, sum ein ofta hevur sæð í sjónvarpinum. Her sleppa hundarnir at royna seg í ymiskum hundakynstri og kappingum, har ein so at enda kann kjósa vinnandi hundin. Hesar [...] Hesar gentur hava allar royndir á økinum ein teirra er heimsmeistari á økinum og ein onnur europameistari. So fyri hundar og eigarar teirra er talan um eina spennandi framtíð við nýggja felagnum.
hvønn dag. Á veg oman aftur á Sosialin sóu vit ein skota, sum mestur mundi treingja til ein lítlan blund. Hann hevði í hvussu er lagt seg skerflatan á ein bonk uttanfyri býráðshúsini, og frá einari kvinnu [...] Føroya Bjór. Teir høvdu keypt ein kassa av pissøli og gramdu seg um, at hetta ølið nyttaði einki. Fíggjarleiðarin á Sosialinum forbarmaði seg yvir teir, og læt teimum ein beriposa av »ordiligum« øli. Tá [...] eru sanniliga ikki komnir til Føroya fyri at stuttleika okkum, vit eru komnir fyri at vinna, segði ein av skotsku áskoðarunum, sum týðiliga hevði pegil í knokk, og sá út til at stuttleika sær út yvir tað