Havn: Framsýningar, har vakrasti hundurin skal finnast. Og eitt agility-show, har kynstur og kappingar fyri hundar eru í miðdeplinum.
Hetta kann gerast møguleikin í framtíðini, eydnast tað einum føroyskum eigarafelagi fyri hundar at fremja endamál síni í verki.
Í gjárkvøldi varð nevniliga hildin stovnandi fundur av einum felagi, hvørs endamál verður at verja áhugamálini hjá hesum ferføttu vinum okkara.
Endamálið hjá líknandi feløgum uttanlands - teim sonevndu Kennelklubbunum - er haraftrat, at eigararnir skulu fáa møguleika til undirvísing í hundavenjing, eins og arbeiðast skal fyri at útvega fríøki til hundarnar í kommununum.
Í Danmark eru skipað 11 umdømi av Dansk Kennelklub. Og felagið, sum varð stovnað í gjárkvøldið hevur so møguleika at gerast tað 12. umdømið.
Við á fundinum var Henrik Johansen frá danska felagnum. Við síni vitan á økinum ynskti hann at geva góð ráð til nevnd og limir.
Seinnapartin mánadagin nýtti hann eisini høvið at hitta borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen, sum eisini fegnaðist um at eitt slíkt felag sær dagsins ljós.
Kommunan hevur nevniliga lagt stóra orku í at halda býin reinan, og at fáa øki, sum serliga verða ætlað hundum og eigarum tess.
Hundatalið í vøkstri
Eins og í øðrum londum so eru eisini føroyingar í størri og størri mun farnir at hava hund - ella hundar - sum húsdjór og sum frítíðarítriv.
Hetta upplivir ein dagliga, tá ein sær fólk ganga túrar við hundum sínum, sum eru av ymiskum slagi og í ymiskum støddum.
Hesir hundaeigarar vilja sjálvandi tað besta fyri hundar sínar, og at teir skulu fáa ta røkt, teir hava tørv á. Hesir ynskja tí eisini, at fáa tað nýggjasta at vita um hundar og hundahald.
Fleiri av hesum eigarum hava tí skrásett hundar sínar í ættarbókum hjá Dansk Kennelklub. Danska felagið hevur eisini seks limir í Føroyum, og sum eisini fáa sendandi limablaðið "Hunden".
Enn hevur kortini einki felag fyri hundaeigarar verið í Føroyum. Men nakað herfyri fekk danska felagið eina áheitan úr Føroyum um hjálp til at stovna eitt slíkt felag.
Hetta varð so, eftir ætlanini gjørt í gjárkvøldið. Ætlanin var at fáa valda ta fyrstu nevndina, sum so kann seta sær fyri at røkka endamáli felagsins.
Framsýningar
Henrik Johansen hevur royndir á hesum økinum. Og fyri hann er tað av stórum týdningi at felagið fer at gera vart við seg og ætlanir sínar.
Í framtíðini verður tí ikki óhugsandi, at skipast kann fyri serstøkum venjingum og framsýningum við hundum.
Hinvegin verður so eisini gjørligt at skipa fyri undirhaldi við og fyri hundum. Í Norðursjællandi hevur danska felagið nevniliga tríggjar kvinnur, sum eru áhugaðar at koma til Føroyar at skipa fyri sonevndum agility-showum, sum ein ofta hevur sæð í sjónvarpinum.
Her sleppa hundarnir at royna seg í ymiskum hundakynstri og kappingum, har ein so at enda kann kjósa vinnandi hundin.
Hesar gentur hava allar royndir á økinum ein teirra er heimsmeistari á økinum og ein onnur europameistari.
So fyri hundar og eigarar teirra er talan um eina spennandi framtíð við nýggja felagnum.