Í Bø eg gangi ... við posti

Ein vakran og sólfyltan hósdag seinast í mars mánaði hittu vit postboðið Elin Jørgensen í arbeiði sínum í Bø.
- Ja, í dag er stuttligt at vera postboð. Øll hava tað eisini á orði, sigur Elin, sum hevur starvast hjá postverkinum í sløk sjey ár.

Ein bilur við tí eyðkenda bláa litinum hjá Postverkinum stendur á einum parkeringsplássi mitt í bygdini.
Løtu seinni kemur ein kvinna í tí eyðkenda búnanum hjá sama verki undan einum húsarhorni.
Í hondini ber Elin nøkur brøv, sum skulu latast einum húsum á niðaru síðu á vegnum.
Veðrið er av tí allarbesta og tað er lagið á Elini eisini.
- Ja, í dag er sera gott veður, tað er eingin ivi um tað. Men hinir dagarnir munnu kortini verða væl fleiri í tali, har eingin øvundar mær arbeiðið, sigur hon við einum brosi.
Henda rutan hon gongur er ein av teimum styttru: Hon fevnir bert um tvær bygdir, ein flogvøll og fýra hús í teirri triðju bygdini.
Eftir loknan arbeiðsdag hjá Postverkinum fer Elin í eitt annað arbeiði, sum avloysari í barnagarðinum í Sørvági.

44 húsarhald
Henda hósdagin vit hittu Elin var hon komin vestur til Bíggjar á rutu sínari. Klokkan var farin at nærkast 11, og nú vóru ikki nógv húsarhald eftir her í bygdini.
Vanliga rutan hjá henni fevnir annars um bygdirnar Vatnsoyrar og Bø. Men tey á flogvøllinum fáa eisini post frá Elini, eins og fýra húsarhald á Mýrum í Sørvági og sum liggja nakað burtur frá alfaravegi.
- Íalt havi eg 44 húsarhald á míni rutu, greiðir Elin frá.
Arbeiðsdagurin hjá Elin byrjar klokkan átta um morgunin á posthúsinum í Sørvági.
Her byrjar hon við at skilja postin sundur til tey ymisku húsarhaldini. Eftir tað byrjar sjálv útberingin.
- Hetta er ein ruta sum er sett at vara í fýra tímar, sigur hon.
Hóast Gásadalur liggur í nánd, er bygdin ikki partur av rutuni hjá Elini. Tað er ein annar sum røkir ta rutuna, men Elin hevur tó onkutíð loyst hann av.

Ókeypis bløð
Fyri Elina er arbeiðið sum postboð eitt ið henni dámar sera væl.
- Eg eri komin at kenna fólkini sera væl. Og ynskir onkur eldri kona eitt stutt prát, ja, so gera vit tað eisini, sigur Elin við einum brosi.
Ein slíkan hósdag sum í dag er mest talan um vanligan post, ið verður borin út. Týsdag er meiri postur, tá Vikublaðið og onnur lýsingarbløð verða borin út.
- Her í Bø gangi eg eisini mikudagar við Dimmuni. Onnur fáa blaðið ókeypis týskvøld, men her vesturi fáa tey fyrst blaðið morgunin eftir, tá eg beri tað út.

Nógvur postur
Síðani fólk av álvara byrjaðu at senda teldupostar til onnur, hevur talið av brøvum verið minkandi.
Hinvegin kunnu postboðini í Vágum staðfesta, at tey framvegis hava nógvan post at bera út.
- Onkutíð hevur verið heldur meiri minni við posti. Men vit tosaðu faktiskt um tað í gjár, at tað hevur verið rættiliga nógvur postur í longri tíð.
- Eg veit ikki, hvat tað er sum ger tað. Kanska er tað tí at ársfjórðingurin júst er byrjaður, ella tí at páskir eru í nánd, sigur Elin.