Júst í Túni – søgan um aldarinnar skipara

Mánadagin 4. desember var móttøka í Miðlahúsinum í sambandi við útgávu av bókini “Júst í Túni”, sum forlagið Ritsavn gevur út, og Helgi Jacobsen hevur skrivað


Nógv fólk vóru komin saman í Miðlahúsinum mánadagin, tá bókin “Júst í Túni” kom út, og Maja í Túni, einkjan eftir Júst, fekk fyrstu bókina handaða frá Helga Jacobsen, sum hevur skrivað bókina. 
 
Bókin byrjar við hesum orðum: “Júst í Túni var ein verðinsmaður. Hann var ein stóðbrótari. Hann var óvanliga forvitin, og hann hevði nøkur lyndiseyðkenni, sum á ein nátúrligan hátt løgdu eina slóð eftir mannin”.
 
Móttøkan var væl fyriskipað. Ein myndarøð við gomlum myndum varð sýnd á stórskýggja, meðan móttøkan var. Hetta vóru sera forvitnisligar myndir, sum ikki hava verið alment frammi áður.
 
Helgi Jacobsen presenteraði bókina og Jóhan Vang, versonur Júst í Túni, segði frá
hvussu tað var komið í lag, at bókin varð skrivað.
 
Eisini vóru nakrar áhugaverdar útvarpssamrøður, sum Niels Juel Arge hevði við Júst í Túni í 50- og 60-unum at hoyra.
 
Símun í Túni, sonur Júst, segði eisini nøkur orð um pápa sín, og Johannes Martin Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður, sum sigldi saman við Júst í mong ár, segði frá hvussu hann kendi persónin. 
 
Íverksetari og undangongumaður
 
Helgi Jacobsen segði, at bókin “Júst í Túni” er skrivað um ein av okkara sjáldsomu vinnulívsmonnum. Hann var ein íverksetari og undangongumaður. Hann breyt upp úr nýggjum í føroyskari fiskivinnu og sílaaling og legði lunnar undir inntøkur í búskapinum, sum framman undan ikki vóru til.
 
Í 1956 fór hann sum tann fyrsti til Ný Funnalands, sum gjørdist ein nýggj verð fyri føroyska fiskivinnu. Í eini 20 ár kom útvið ein fimtingur av veiðuni hjá føroyingum frá nýfundlandsbankunum. Fiskurin hjá hesum skipunum varð fyri tað mesta virkaður til saltfisk.
 
Í 1957 kom fyrsta stállínuskipið í føroyska fiskiflotan. Reiðaríið Kimbil, sum Júst sigldi hjá tá, fekk sítt fyrsta stállínuskip í 1958. Frá 1957 til 1967 víðkaðu føroyingar um línuflotan við 60 stállínuskipum og gomlu træsluppirnar vórðu skiftar út við nýmótans fiskiskip. Hesi árini legði Júst eisini grundarlag undir línifiskiskap í Íslandi alt árið.
 
Saman við reiðaríinum Kimbli var Júst í 1962 tann fyrsti at seta kraftblokk í føroyskt fiskiskip. Við kraftblokkinum kundi eitt skip fiska tíggju ferðir so stórar nøgdir av sild, enn við nót, og hetta fekk avgerandi týdning fyri føroyska fiskivinnu og føroyskan búskap.
 
Júst í Túni var eisini undangongumaðurin í føroyskari alivinnu.  Í 1967 fór hann undir at ala síl.  Hóast nógvar trupulleikar at byrja við, fekk Júst í Túni prógvað, at tað bar til at fáa vinnuliga síla- og laksaaling í Føroyum.
 
Hansara áhugi og teiskni skaptu grundarlag fyri tí aling, sum kom seinni og føroysku sílini eru enn tann dag í dag undan somu familju, sum Júst innflutti til Føroya í 1967.
Júst var sera áhugaður í fiskifrøði og brúkti fleiri ferðir síni skip til fiskifrøðiligar royndir. Tí var hann høgt virdur av fiskifrøðingum.
 
Í ár 2000 valdu lesarar Dimmalættingar Júst í Túni at vera aldarinnar skipara.
 
Júst í Túni var føddur í 1919. Hann búði á Toftum, men flutti sum eldri til Havnar og andaðist 5. august 1995.