Við íblástri frá havalduni verða trappurnar prýddar

Tróndur Patursson sum teknaði frálíka listarverkið í trappuuppgongdini í SMS í 1987 er aftur upp á spæl. Rimaverkið í trappunum verður prýtt við spirali og linjuføringum við íblástri frá havinum. Hondverkarar frá Nomatek gera handverksliga arbeiðið.

Listarmaðurin stendur og eygleiðir hondverkararnar frá Nomatek, sum liggja á knøunum og stríðast. Teir hava nærum arbeitt í døgndrift seinastu tíðina og lagt alla orku í at prýða trappurnar á torginum í SMS frá miðhæddini til ovastu hæddina.
Listarligi parturin skal ikki liggja eftir, og fyrr var tað vatnið og súlan, sum prýddu trappuuppgongina frá kjallaranum til miðhæddina, men nú verður tað mesta gjørt av nýggjum.
Tróndur Patursson stendur fyri listarliga partinum í dag, eins og hann gjørdi í 1987, tá listarliga standmyndin í trappuuppgongdini varð smíðað. Hetta listarverkið kemur framvegis at verða standandi.
- Hetta er ein umbygging av tí sum var áðrenn, vatnið er burtur, súlan sum var í miðjuni er burtur, og tað kemur ein nýggj súla í staðin, greiðir Tróndur Patursson frá.
Tá listarverkið varð gjørt í 1987, varð handverksliga arbeiðið gjørt í Danmark, men hesuferð er tað Nomatek, ið stendur fyri handverkinum.
- Tað hava arbeitt fýra mans frá Nomatek, og eg má siga, at teir hava verið einastandandi dugnaligir, sigur Tróndur Patursson.

Við íblástri frá havinum
Seinasta mánaðin hevur hann lagt teimum lag á so hvørt, sum teir hava boygt jarnið til, sum verður sett inn í rimaverkið. Ein sektión av rimaverkinum verður tikin í senn, tí eingin sektión er heilt líka.
Javnir bogar og beinar linjur fylgja mynstrinum hjá listarmanninum.
- Tað man vera eitt hálvt ár síðani, at tekningarnar vórðu gjørdar, men handverksliga arbeiðið hevur staðið upp á í umleið ein mánað. Tíðin gerst oftani knøpp, tá slíkt skal gerast í verki, tí hondverkarar noyðast ofta at bíða eftir hvørjum øðrum, greiðir Tróndur frá.
Vit spyrja Tróndur Patursson, hvaðani íblásturin til slíkt listarverk kemur frá.
- Spiralurin er útgangsstøðið, og hann súmboliserar orkuna í havalduni, so tú kanst siga, at íblásturin kemur frá nattúruni, soleiðis sum hann so ofta ger í øðrum listarverkum eisini, sigur hann.
Glasmálningar í fleiri litum skulu setast inn í rimaverkið, og listarmaðurin greiðir frá, at linjuføringin á grikskum verður rópt acantus.

Hondverkarar í samdøgursarbeiði
Sum áður nevnt hava fýra ungir menn frá Nomatek staðið fyri tí handverksliga partinum. Tróndur Patursson rósar teimum fyri sera gott handverk.
- Hetta hevði illa latið seg gjørt uttan dugnaligar hondverkarar, sigur hann.
Á Nomatek eru tey von við at gera útgerð til fiskavirkir og annan ídnað, so hetta er ein heldur øðrvísi uppgáva fyri teir.
- Vit hava at kall arbeitt í samdøgursarbeiði, tann eina dagin arbeiddu vit 26 tímar út í eitt, sigur tann eini av handverkarunum.
Sum skilst hevur hart leikað á hjá flestu handverkarunum, sum arbeiða í SMS í hesum døgum, og fleiri av teimum ið koma av bygd eru fluttir til Havnar hesa seinastu tíðina.
MT-Højgaard er høvuðsentreprenørur, men hevur fleiri undirveitarar. Nógvir arkitektar eru eisini við í arbeiðinu, men høvuðsarkitektur er danin Dan Wajnman, sum eisini hevði ein stóran leiklut, tá fasa eitt í umbyggingini av SMS fór fram í 2002.
Fasan sum nú er í gongd er fasa 2, og seinni skal seinasta fasan, fasa 3, gerast, sum verður ein umbygging av Apotekinum.